Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað sindri, sum enn stendur eftir

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø, Býráðslimur í Klaksvík  |  17.04.2024 - 11:41 Myndarøð Politikkur Tíðindaskriv

Tað harmar meg almikið, at 140 ára gomlu húsini hjá Niels í Horni í hesum døgum verða tikin niður

 

Sjálv havi eg á býráðsfundi talað at og atkvøtt ímóti hesi avgerð, og roynt at grundgivið fyri, at húsini, sum eru eitt av teimum elstu húsunum í Klaksvík, eiga at verða varðveitt, uttan at eigararnir á nakran hátt skulu hava fíggjarligan miss av hesum.

Hetta er meiri ein spurningur um vilja og hugflog hjá avvarandi mynduleikum, tá ið gomlu húsini í Horni í Klaksvík nú skulu takast niður.

Í hesi løtu grætur móðir Danmark um missin av tí mentanarríka Børsinum. Og fyri nøkrum árum, tá ið Notre Dame stóð í ljósum loga, var nærum landasorg í Frankaríki.

Við eitt sindur betri politiskum handverki og vilja, so ivist eg onga løtu í, at vit í Klaksvík kundu verið komin til eina semju við bæði friðingarmynduleikar og eigararnar av hesum gamla og prýðiliga gróthúsi frá 1883 og latið tað komið til heiður og æru.
 Sjálvandi skulu vit hugsa frameftir og góðtaka at ætlanir eru so ymiskar. Men fólkalívið, ið eina ferð var, eru varðar á leiðini og eisini týdningarmikil partur av okkara samleika og mentanararvi. 

Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað sindri, sum enn stendur eftir.

Eg vil enn einaferð gera vart við, at mær ikki dámar hendan bulldosara ella grótknúsarapolitikkin, har alt sum stendur fyri má falla.  

Men meirilutin ræður. Tó eg loyvi mær at ivast, um flest altíð merkir best.


Annika S. Biskopstø
Býráðslimur í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap