Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meira hjálp frá lærlingum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  18.04.2024 - 12:28 Mentan Tíðindi

Vit, sum fáast við at gera “Helenu” ella Nónhamar kláran til at blíva til millum annað eitt útbúgvingar amboð á havsins botni til vinnukavarar, hava arbeitt allan vetur við stóra átakinum, men einaferð enn máttu vit heita á smiðjulærlingar, ið ganga á tekniskan skúla um eina hond.

Ikki meira enn hálvtalað orð, so møttu teir talsterkir upp umborð á Nónhamri mánadagin. Vit høvdu greitt frá. hvat vit máttu hava serkøna hjalp til.

Lærarin hjá lærlingunum Ernst á Kósini var umborð fríggjadagin í vikuni frammanundan og hugdi eftir hvat gerast skuldi. Tað snúði seg um at taka generatorarnar av báðum hjálpimotorunum, stóra umformarin og so elmotorarnar til nakrar pumpur.

Hetta arbeiðið møttu lærlingarnir so til mánamorgunin og hóast tveir dagar vóru settir av til hetta stóra arbeiðið, so megnaðu ungu menninir hetta mánadagin

Vit, áhugabólkurin, sum stendur aftanfyri tiltakið at søkkja Nónhamar á Borðoyarvík eru sera takksamir fyri stóru hjálpina frá Tekniska Skúla í Klaksvík og smiðjunæmingunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS