Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á floti sunnanfyri í gjár

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  18.04.2024 - 12:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Veðurforsagnirnar vóru góðar til mikudagin, í gjár, og vit, Ásmundur, Hans Hjalti og undirritaði, gjørdu av at fara ein túr við fýramannafarinum Spógvanum.

Tað var mest Ásmundur, ið skumpaði undir at fara túrin, kanska mest tí hann hevði í eina tíð roynt at gjørt eina línurennu til Spógvan. Fleiri ár frammanundan hevði hann ment eitt línuspæl til handamegi, og tað hevur rigga væl.

Nú hevur verið hugsað um, at tað er ikki heilt vandaleyst at seta hýsulínu við handamegi, tí hevur verið hugsað um eina línurennu, soleiðis at sleppast kann undan at hava fingrarnar í námind av línuni tá sett verður.

Og “prototypan” riggaði avbera væl. Sum myndirnar vísa, so bar væl til  hjá okkum at seta við nógvari ferð. Bert við onkrari smærri tillaging afturat er eisini línurennan perfekt.

Ná, men fiskiskapurin var misjavnur.

Vit gjørdu av at seta eina kalvalínu og eina hýsulínu. Ýtini vit valdu, var “Gloppi í Árnafirði” og Eysturhøvdi undan á Svínoynni. Sum sagt gekst væl at seta, bæði skjótt og greitt, men tá vit fóru undir at draga var lagið ikki so gott.

Fyrst varð hýsulínan drigin. Har var snøgt sagt lítið og onki á, einir tveir hampuligir toskar, einar tvær góðar hýsur og nógvir hýsumurtar. Afturat ein pinkulítil kalvaspragga.

Hendan kalvaspraggan, ið var komin á hýsulínuna gjørdi, at vit fingu góðar vónir til kalvalínuna.

Men tíverri, sama gjørdi seg galdandi fyri kalvalínuna, ongin longa, ongin brosma og ongin kalvi, bert ein toskur.

Hetta var ikki hugaligt. Til alla lukku høvdu vit hvør sína toskatráðu við, man nú vóru vónirnar ikki góðar.

Gjørdu av at sigla longur út og kastaðu so, jú, vit fingu í heinta. Ikki bara ein men fleiri toskar og hartil stórir.

Sum dagurin leið, royndist fiskiskapurin góður ímeðan kyrrindini vóru. Veðrið royndist bara væl og hartil var stuttligt at sita við tráðuni, tí vit fingu nógvan fisk. Tá vit sigldu aftur inn eftir Víkini kruvdi Hans Hjalti og hann hevði talt 112 fiskar, tá hevði hann ikki talt smáu hýsumurtarnr við.

Í dag er frikadelluframleiðsla á skránni.

Um myndirnar niðanfyri er at siga, at fyrstu myndirnar eru frá myndatóli mínum, battaríið bleiv tómt, áðrenn túrurin var liðugur, so tær seinnu myndirnar eru tiknar við telefonini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap