Lýsing
Lýsing

Virkið vár byrjar og endar við renning

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  19.04.2024 - 11:05 Ítrottur Tíðindi

Virkið vár verður í døgunum 27. apríl – 4. mai. Sostatt byrjar Virkið vár leygardag og endar leygardag. Grundarlagið undir Virkið vár hevur øll árini verið samstarv við ítrótta- og frítíðarfelagsskapir, fyritøkur og aðrar áhugapartar. Samstørv mynda skránna á hvørjum ári, og tað er onki undantak í ár.

 

27. apríl skipar Treysti, í samstarvi við Norðoya Sparikassa, fyri Silvarenning á rennibreytini, og leygardagin 4. mai verður hálvmaraton og stuðulsrenning á 5 km. Peningurin, sum kemur inn frá stuðulsrenningini, fer óskerdur til Parasport Føroyar, sum er við til menna framerunning í Føroyum. Ein ítróttagrein, sum eisini er eitt tilboð í Klaksvík.  

Kvøldini hava í langa tíð verið myrk og køld, men nú merkist ein broyting, sum vónandi fær fleiri at melda seg til stuðulsrenningina. Í hesum sambandi eggjar Treysti øllum at koma til lætta venjing á rennibreytini hósdagin 25. apríl og 2. mai. Ein upplagdur máti at vera virkin, saman og hugbundin, sum eisini er endamálið við Virkið vár.  

Melda til her: Silvarenning 2024

Melda til her: Stuðulsrenning og hálvmaraton

 

Blíðskapur um allan býin

Hálvmaraton ávirkar sjálvandi atkomuna til miðbýin, men ístaðin fyri at fella í fátt, so eru tað fleiri, sum eggja fólki at koma til gongu oman í býin, og sostatt fáa ein øðrvísi og góðan leygardag.

Umframt fjølbroytta handilslívið í býnum, so eru tað fleiri onnur, sum lata dyrnar upp leygardagin 4. mai. Nevnast kann Politistøðin, Brandstøðin, Nólsoyar Pálshúsið og Bókasavnið. Harumframt er stóra talvborðið í Vágstúni opið. Nærri skrá um onnur tilboð hendan dagin kemur í komandi viku. 

Seinasta freist at boða frá tiltaki til Virkið vár skránna er í dag, fríggjadag 19. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS