Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-B68

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.04.2024 - 07:09 Ítrottur Tíðindi

KÍ skal í kvøld reisa seg eftir tapið móti HB síðsta sunnudag.

Tað er stórt trýst á KÍ undan dagsins dysti, tí KÍ haltar longu seks stig aftanfyri Víking og HB í toppstríðnum. Skaðarnir eru nógvir og avrikini hava sum heild verið lítið sannførandi hjá føroyameistarunum. B68 hevur eitt stig, men hevur alt at vinna hendan dystin. Undan kappingini spældu liðini ein venjingardyst við fáum málmøguleikum, sum KÍ vann 1-0.

Hjá KÍ verður málmansskiftið. Tí Ari í H. Petersen spældi við 1.deild í gjár. Sostatt spælir Mark F. Jensen sín fyrsta heimadyst fyri KÍ. Hjá KÍ eru Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø langtíðarskaddir. Síðani eru tað Cedric Yambere, Claes Kronberg og Patrick Da Silva, sum eru skaddir. Síðani eru tað Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannessen og Deni Pavlovic, sum antin ikki spældu ella ikki fingu fullført síðsta dyst. Tað er møguleiki fyri, at onkrir av teimum fáa ein leiklut hesaferð. Hjá B68 hava flest allir leikarar verið tøkir síðstu tíðina.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 18.30.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap