Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



1. bókavørður til Føroya landsbókasavn


Skrivað hevur Føroya landsbókasavn 09.10.2017 - 20:51

Lýsing Lýs her...

Søkt verður eftir 1. bókavørði til Føroya landsbókasavn at byrja 15. november ella skjótast til ber.


Starvið
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir m.a. um raksturin av avgreiðsluni og útláninum, at gera vaktarskipanir o.t., at skipa fyri keypi og skráseting av bókasavnstilfari og vaktir í útláninum.

Førleikar
Til starvið krevst bókavarðaútbúgving (DB) ella útbúgving, sum samsvarar við hesa, eins og fyrimunir er at hava leiðsluroyndir.

Vit rokna við, at tann, ið sett/-ur verður, hevur:

  • góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • góðan tænastuhugburð
  • og góðan telduførleika


Setanartreytir og løn
Starvið er fulltíðarstarv. Arbeitt verður í vaktum.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) verður at senda til:
Føroya landsbókasavn, J.C. Svabosgøta 16 - P.O. Box 61 - FO-110 Tórshavn, ella til flb@savn.fo.

Umsóknarfreistin er týsdagin 31. oktober 2017.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 790 511.


Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn Føroya og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Lýsing Lýs her...