Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



2 størv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði til Blákrossheimið


Skrivað hevur Blákrossheimið 16.06.2017 - 00:03

Lýsing Lýs her...

2 størv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði til Blákrossheimið – deildin DAT-UNG 15-18 ár.

Søkt verður eftir sálarfrøðingi ella sálarviðgerða til 2 størv á Blákrossheiminum.

Starvið inniber, at títt høvuðsarbeiði fer at vera á deildini DAT-UNG, í Tórshavn.

Viðgerðin verður skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). Tú kemur at mynda nýggju deildina saman við viðgerðartoyminum á Blákrossheiminum. DAT - UNG er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum verður skipað við m.a. staksamrøðum og í bólkum.


Vit rokna við, at tú:

  • hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði frá hægri lærustovni. Tað er ein fyrimunur um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
  • hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungum.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
  • vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
  • gert fyrifallandi praktiskt arbeiðið.


Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstørv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist: 7. Juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...