Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



24. umfar: Tað mesta tykist avgjørt í Effodeildini


Skrivað hevur Jákup Ósá 23.09.2017 - 06:52

Lýsing Lýs her...

Mest spennandi dysturin á pappírinum er í Klaksvík, har gamli klassikarin er á skránni.


Sunnudagin verður 24. umfar leikt í Effodeildini. Tað mesta tykist avgjørt áðrenn seinastu trý umførini. Víkingur vinnur FM, NSÍ, B36 og KÍ koma í Europa League og ÍF og 07 Vestur flyta niður. Soleiðis sær tað út í løtuni, men tað kann broytast. Hjá KÍ og HB er talan um týðandi dyst sunnudagin, tí tá kann KÍ staðfesta sítt pláss í Europa League næsta ár við sigri, meðan HB við sigri skapar veruligan spenning í aftur um, hvør skal hava síðsta Europa League plássið. Niðanfyri verður mett um 24. umfar í Effodeildini.


ÍF-NSÍ

Hesin dysturin hevur ongan týdning. ÍF er flutt niður, meðan NSÍ hevur tryggjað sær Europa League luttøku. Árið hjá NSÍ hevur tó verið gott undir øllum umstøðum, tí liðið hevur vunnið løgmanssteypið. Síðani steypafinaluna hevur gingið illað hjá NSÍ, tí síðstu tríggir dystirnir hava bara givið 1 stig. Hjá ÍF spæla leikararnir helst fyri sáttmálum hjá øðrum feløgum meir enn nakað annað, og tá ræður um at vísa seg frá einari góðari síðu. Tí hóast ÍF hevur havt eitt sera miseydnað kappingarár, so verður helst eftirspurningur eftir fleiri leikarum eftir kappingina, tí á fleiri plássum er gott fólk, sum hevur prógvað seg fyrr. NSÍ møtir nú teimum báðum niðastu liðunum, og tað er gott høvið at fáa seks stig afturat og nærkast bronsuheiðursmerkjum. NSÍ vinnur ofta stórsigrar móti ÍF. Tipping: 2 (1-4)


Víkingur-TB/FC Suðuroy/Royn

Føroyameistaraheitið endar helst í Sarpugerði annað árið á rað. Tað bleiv helst avgjørt, tá Víkingur vann 4-2 á B36 (vann B36 tann dystin, so var B36 oddalið nú) og staðfest mikukvøldið, tá KÍ ikki kom nærri enn fimm stig. Komandi dystirnir eru móti nr. 8 og 10, og móti slíkum liðum missir Víkingur ongantíð stig eftir summarsteðgin, um vit hyggja eftir kappingarárunum 2016 og 2017. TB/FC Suðuroy/Royn hevur bara fingið fimm stig eftir summarsteðgin og bara eitt stig á útivølli. Suðuroyingar hava einki stig fingið á útivølli móti topp 5 liðunum í ár. Í Norðragøtu plaga suðuroyingar eisini at hava tað trupult. Spurningurin er helst bara, hvussu stórur hesin sigurin verður. Tipping: 1 (3-0)


07 Vestur-B36

07 Vestur hevur framt eitt venjaraskiftið, men tað er helst til fánýtis. Tað verður spennandi at síggja Sigtór Petersen í venjaraleiklutinum, men tíðin er stutt og serliga tær báðar fyrstu uppgávurnar eru stórar. Tað skal nakað serligt til, um spenningur kemur í botnstríðið aftur. B36 hevur vunnið 10 av seinastu 11 landskappingardystunum, og er tí helst besta boðið uppá ein FM avbjóðara til Víking, um Víkingur skuldi mist okkurt stig. Hesaferð er toppskjúttin Patrik Johannesen uttanfyri við leikbanni. B36 hevur vunnið báðar dystirnar móti 07 Vestur í ár uttan at hava latið mál ígjøgnum. Sum heild hevur 07 Vestur havt tað sera trupult móti topp 5 liðunum og hesin dysturin verður neyvan nakað undantak. Tipping: 2 (0-2)


EB/Streymur-Skála

Var tað kvinnudeildin, so manglaði eitt mótstøðulið at standa her, men í Effodeildini eru hesi liðini hvør sær og hava bæði havt eitt góðkent kappingarár higartil, har tey halda seg burtur frá niðurflytingarstríðnum seinastu umførini. EB/Streymur hevur ongan dyst vunnið móti Skála í ár, men báðir dystirnir hava verið spennandi. Tað sær betri út at enda nummar 6 enn nummar 8 og uppá tann mátan hevur hesin dysturin týdning. Tað er ringt at taka dagar millum hesi liðini, sum uppá fleiri mátar líkjast við at vera væl skipað, og klára m.a. at geva toppliðunum harða mótstøðu. Kanska er javnleikur mest upplagdur, men eftirsum EB/Streymur var sannførandi seinast, hevur heimavøll og manglar ein sigur á Skála, so tippa vit ein heimasigur. Tipping: 1 (2-1)


KÍ-HB

Hetta er tann mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið. Bæði liðini hava nógv at stríðast fyri. Uppá sama máta sum dysturin í Norðragøtu mikukvøldið var dystur, har vit fingu svar uppá, um vit fingu spenning um FM ella ikki, so er hesin dysturin tað sama, tá tað snýr seg um Europa luttøku. Tí vinnur HB, so eru 5 stig á muni, har KÍ hevur trupla skrá seinastu umførini. Meðan KÍ við sigri hevur tryggjað sær Europa League luttøku. KÍ hevur vunnið tríggjar dystir á rað í Klaksvík móti HB, men á ólavsøku vann HB á KÍ í einum dysti, har KÍ avrikaði langt undir tí, sum eigur at væntast ein slíkan dyst, meðan HB liðið stríddist øgiliga væl. Tað var byrjanin til eina betri gongd hjá HB, sum seinni eisini hevur spælt væl til tíðir. Hetta er ein dystur, sum kann fara báðar vegir, men vit koppa hann til HB av fleiri orsøkum. HB hevur verið betri eftir summarsteðgin, HB hevur verið betri í toppdystum og hevur m.a. vunnið bæði í Runavík og í Norðragøtu, og á ólavsøku sóu vit, at HB hevur uppskriftina til at vinna á KÍ. Tipping: 2 (1-2)

Lýsing Lýs her...