Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í FAG

FAG – Nótaskip – Langtíðarsemjan

Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Síðsta útkall!

Eivind Jacobsen, Strendur

Soleiðis telja vit upp í 17

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Børn og foreldur í bestu hondum - aftursvar til formann Sambandsfloksins

Thormund Johannesen, Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.

Hví sovorðin ágangur móti Høgna um fiskivinnunýskipanina?

Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í FAG

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) – og felagið Nótaskip.

Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins

Samgongan svíkir børn og foreldur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



3 leys størv í Mylnuhúsinum


Skrivað hevur Mylnuhúsið 09.05.2017 - 02:07

Lýsing Lýs her...

Ert tú námsfrøðingur og opin fyri at arbeiða við spor pedagogikki, er tað akkurát tær vit sóknast eftur. Vit hava trý leys størv á 30 tímar, at byrja 15. august.

Um ikki námsfrøðingar søkja, vera hjálparar settir tíðaravmarkað í staðin.

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum. Vit taka dagliga ímóti 76 børnum í aldrinum 0-7 ár.

Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av sporunum, ið  upptaka  børnini. Sporini nýta vit til at tilrættarleggja verkætlanir, aktivitetir og spæl í gerandisdagnum.

Vit sóknast eftir fólki, ið:

  • eru støðug og virkin
  • hava opið sinni
  • síggja møguleikar fram um mørk
  • taka støði í barninum
  • vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum
  • eru opin fyri nýhugsan
  • vilja seta seg inn í spor pedagogikk
  • leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og starvsfelagar.

Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum kommunurnar og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Maju Højsted tlf. 457788 ella 237710

Umsóknir, saman við upplýsing um útbúgving, royndir og viðmælum til starvið, skal vera okkum í hendi í seinasta lagið týsdagin 30. mai 2017.

MYLNUHÚSIÐ
Mylnugøta 10
700 Klaksvík
mylnuhusid@mylnuhusid.fo

Lýsing Lýs her...