02-05-2010  Bindiklubbatúrur til Amsterdam


Fonn Flog og Vikutúr skipa fyri bindiklubbatúri til Amsterdam 23.-26. september.


Savna bindiklubban og tak stokkarnar við til Amsterdam í eitt langt vikuskifti. Hetta er gylti møguleikin hjá bindiklubbum at gera ein svipptúr til útlandið at hugna sær saman í góðum og hugnaligum umhvørvi og samstundis gloyma dagsins res í nakrar dagar. Amsterdam bjóðar hópin av spennandi tilboðum. M.a. kunnu nevnast Van Gogh listasavn, tropiskt savn, djóragarður, blómupark, miðaldarbýurin Edam og Zaanse Schans har gomul træhús, verkstøð og gamlar vindmyllur eru varðveitt. Eisini kunnu nevnast gomlu krókutu gøturnar og hugnaligu veitirnar sum ganga gjøgnum býin. Ein bátatúrur eftir veitunum er avgjørt eina roynd verdur. Vit gista á trýstjørnaða hotellinum Hotel Piet Hein*** í tríggjar nætur.

 

 

 

BERT úr kr. 6.274,-

 

Setið tygum í samband við Fonn Flog Har kunnu verða í mesta lagið vera 2 fólk í hvørjum kamari. Um bílagt verður til meira enn 2 fólk kann prísurin broytast.

 
 

23. sep. Vágar – Keypmannahavn

23. sep. Keypmannahavn – Amsterdam

26. sep. Amsterdam – Keypmannahavn

26. sep. Keypmannahavn – Vágar

 
 

Íroknað í ferðini er: Flogferð Vágar – Keypmannahavn – Amsterdam t/r, ferðaavgjøld, gisting á Hotel Piet Hein í deildum dupultrúmi v/morgunmati í tríggjar nætur.

 

Ikki íroknað: Ferðatrygging og avboðstrygging.

 

 

www.fonnflog.fo >> 

 

 

 


Aftur