23-04-2010  Hilux í hitanum


 



Eyjafallajøkulin ger seg til reiðar at goysa


Eyjafallajøkulin í Íslandi hevur skapt ferðsluruðulleika um alt Evropa, men sjálvt ikki hann fekk steðga Toyota Hilux.

 

Hiluxurin koyrdi til miðdepilin á hesum ógvusliga fyribrigdi bert fáar tímar áðrenn jøkulin fór at goysa og byrjaði at spjaða ruðulleika í evropeisku skýggjunum.

 

Legendariski Hilux, sum Top Gear ikki fekk oyðilagt og sum var tann fyrsti bilurin, sum koyrdi ígjøgnum Arktisku til magnetiska Norðurpólin, prógvaði seg at vera fullkomni bilurin til granskarnar, sum í skundi skuldu seta kanningarútgerð upp, áðrenn jøkulin blásti eitt tjúkt skýggj av øsku 11 kilometrar upp í luftina.

 



Hiluxurin kann veruliga koyra allastaðni

Bilarnir, sum vórðu brúktir til uppgávuna, vóru klárgjørdir av spesialistfelagnum ”Arctic Trucks” til somu ekstremu umhvørvisspesifikatión sum tann Hiluxurin, sum Jeremy Clarkson og James May nýttu til teirra søguliga polar-útferð.

Við kempi 38 tumma lágtrýstsdekkum stóð Hiluxurin fult í mát við avbjóðingarnar á vegnum ígjøgnum ís og kava fram ímóti hjartanum á illsintu vulkanini.

am

Aftur