26-05-2010  Toyota hevur mest nøgdu bileigararnar


 
Toyota hevur riðið stormin av og hevur aftur í ár mest nøgdu bileigararnar í Danmark. Tað er niðurstøðan í AutoIndex 2010 hjá FDM. Úrslitið er ein staðfesting av úrslitinum seinasta ár, har Toyota eisini hevur fyrsta plássið framm um BMW og Audi.

Imponerandi verja av fyrsta plássi
Tað flotta 1. plássið er ein endurtøku frá seinasta árs fyrsta plássi í kanningini. Í árinum, sum er farið, er tað arbeitt við betringum í øllum liðum, og sjálvt um Toyota í fyrstu mánaðunum í ár hevur verið noytt til at órógva nógvar kundar við eini afturkalling av ávísum modellum, har speedarin skuldi kannast, hava kundarnar víst Toyota eitt álit, sum merkir, at Toyota framvegis liggur nummar 1.
Loyalty Group stendur í samstarvi við FDM fyri tí árligu AutoIndex-kanningini, og í eini viðmerking til flotta úrslitið hjá Toyota sigur leiðarin í Loyalty Group, Mikkel Korntved, at ”allir kundir vilja grundleggjandi góðtaka, at trupulleikar kunnu stinga seg upp í samband við teirra veitara, men tað er altavgerandi fyri kundans uppfatan framyvir, hvussu veitarin handfer eina slíka kreppu. Um veitarin skjótt og greitt vísir á, at trupulleikin kann viðgerast professionelt, vil kundin kenna vissu fyri, at veitarin er tað rætta valið, og harvið verður álitið og loyaliteturin styrktur”.

Tá tað ræður um nøgdina hjá Toyota-eigarum viðv. bilkeypi hjá veitara, ella uppfatan av tænastuni á verkstaðnum, stendur úrslitið enn sterkari. Her er Toyota langt framman fyri onnur bilamerkir, og soleiðis hevur tað at kalla verið øll árini, har AutoIndex-kanningin hevur verið gjørd.

Toyota er høgt hevjað yvir miðaltalið
Toyota hevur í samlaða úrslitinum 868 stig – eitt pent pettið yvir miðaltalinum, sum er 806 stig. Tað er áttanda árið á rað, at FDM ger AutoIndex-kanningina, og úrslitið byggir á afturmelding frá bilaeigarum við 24 ymiskum bilamerkjum. Toyota hevur øll árini ligið heilt á toppinum.

Árstal og støða
2010 nr. 1
2009 nr. 1
2008 nr. 2
2007 nr. 1
2006 nr. 2
2005 nr. 3
2004 nr. 2
2003 nr. 1

47.000 danir kunnu ikki taka feil
Kanningin hevur fylgjandi 4 øki: 
- Nøgdsemi við bilin 
- Nøgdsemi við veitara 
- Viðgerð á verkstaði 
- Trúfesti mótvegis bilamerki

AutoIndex-kanningin er gjørt í tíðarskeiðnum januar-februar-mars 2010, og uml. 47.000 danir hava luttikið í kanningini, her av uml. 3500 Toyota-eigarar. Ein líknandi kanning er gjørd í Svøríki og í Norra, har tað eisini gav toppstøður til Toyota. Í alt hava fleiri enn 76.000 bileigarar luttikið í kanningunum í Skandinavia.

Sí fullfíggjaðu AutoIndex-kanningini á heimasíðuni hjá FDM
.
am

Aftur