13-07-2010  Tvær nýggjar virðislønir til orkusparandi motorarnar hjá Toyota frá ”2010 International Engine of the Year”

Tvær nýggjar virðislønir til orkusparandi motorarnar hjá Toyota frá ”2010 International Engine of the Year”

 - Toyota vinnur enn einaferð “Ársins grøna motor” við sínum Hybrid Synergy Drive® orkuverki
- Heilhybrid orkuverkið hjá Toyota stendur eftir sum ein ídnaðarvarði fyri oljuútvinningi og minkaðum útláti, og fæst í Prius og Auris HSD

- 1.0-litur VVT-i motorurin hjá Toyota fekk prísin fyri “Ársins undir 1.0 litra motor” fjórða árið á rað

- Trý-sylindara Aygo, iQ og Yaris motorarnir eru eisini førandi í A-flokkinum við orku og styrki

- Toyota hevur vunnið 22 altjóða “Engine of the Year” virðislønir, síðani handanirnar byrjaðu í 1999




Framúr motorgóðskan hjá Toyota hevur enn einaferð fingið virðisløn fyri “Ársins grøna motor” og “Ársins undir 1.0 litra motor” til “2010 International Engine of the Year Awards”.

Hesar báðar virðislønirnar avspegla sanna altjóða viðurkenning, og motorarnir hava verið mettir av einum dómaranevnd við 72 motor-tíðindafólkum frá 35 londum. Seinasta framgongdin hjá Toyota styrkir um flotta “International Engine of the Year” metið hjá Toyota, við 22 vinnaraplássum (út av íalt 144) síðani virðislønahandanin byrjaði í 1999.

Ársins grøni motorur – Toyota Hybrid Synergy Drive®
Toyota Hybrid Synergy Drive® endurvinnur sína trúnu við vinninginum av “Ársins grøna motori 2010”, fyri fjórðu ferð seinastu 5 árini. Hendan altjóða viðurkenda orkuverkstøknin er ein av teimum mest vinnandi í søguni við tilsamans 11 ymiskum virðislønum, og er at finna í Prius og Auris HSD.

Auris HSD’s Hybrid Synergy Drive® orkuverkið brúkar einans 3.8 l / 100 km og CO2-útlátið er einans 89 g/km. Bæði Auris HSD og nýggi Prius liva upp til Euro 5 útlátstøðið, og kunnu væntast at fara at liva upp til krøvini hjá Euro 6.

HSD kann við sínum heilhybrid orkuverki koyra við reinari el-orku við ferð upp til 50 km/t, og eini koyrilongd uppá 2 km, alt ann uppá, hvussu fult battaríið er. Orkuverkið býður eisini uppá fyrimunir við útlátinum, við avmarkaðum Nox og ongum PM (Particulate Matter)-útláti.

Fyri at taka saman um, hálovaðu dómararnir HSD orkuverkinum hjá Toyota soljóðandi “Ímyndin av mekaniskum og elektriskum flogviti í einum peningaliga atkomiligum pakka”, “framvegis besta grøna tøknin á marknaðinum – álítandi og varðandi, við sera lágum CO2-útláti” og “Sera orkumikil, fullgjørdur og sparsamur – seinasta gjølliga umgjørda útgávan av ikoniska hybridkoyriverkinum hjá Toyota er betri enn alt annað og á allan hátt”.

Ársins undir-1.0 litra motorur – Toyota 1.0 VVT-i
Lætti og kompakti 1.0 litra VVT-i motorurin hjá Toyota hevur vunnið “Ársins undir 1.0 litra motor” flokkin fyri fjórðu ferð á rað. Gjørdur úr einans aluminium, vigar trý-sylindara bensin motorurin einans 67 kg, ið ger hann til ein av lættastu bilmotorunum á marknaðinum í dag.

Við 68 DIN hp/50 kW er henda 1.0 litra eindin ikki bert tann kraftmiklasti motorurin í A-flokkinum, men framleiðir eisini klassaførandi styrki à 93 Nm við 3600 rpm. Høgt dreygningsmoment eru umráðandi fyri góðar koyrieginleikar í stop/start, javnari ferðøking og bremsueginleikarnar í ferðslumikla býnum. Toyota útviklingstoymið uppnær hetta við einum mótstøðulítlum trý-sylindara og fín-tuningini av luftskipanini.

1.0 litra motorurin hjá Toyota, sum er í Aygo, iQ og Yaris bleiv sagdur av dómarunum at vera ”ein av behagiligastu og sparsamastu undir 1.0-litra trýsylindarunum, ið førir ein 4-seturs bil” og “...framvegis tann at vinna hendan flokkin”. Teir løgdu afturat “Hesin trýsylindarin hevur slagkraftina og styrkina at tryggja, at bilurin er stuttligur at koyra við í býnum, men best av øllum nýtir hann sera sera lítla mongd av olju”.


“Engine of the Year Awards” – Virðislønir hjá Toyota í gjøgnum árini

1999
— Besti umhvørvisvinarligi bilurin: Toyota Hybrid (fyrsta útgáva av Prius)
— Undir 1.0-litur: Toyota 1.0-litur (Yaris)
— 1.4-litur til 1.8-litur: Toyota Hybrid (fyrsta útgáva av Prius)
— Ársins altjóða motorur 1999: Toyota 1.0-litur (Yaris)

2000
— Besti umhvørvisvinarligi: Toyota Hybrid (fyrsta útgáva av Prius)
— 1.0 litur til 1.4-litur: Toyota 1.3-litur VVT-i

2002
— 1.4-litur til 1.8-litur: Toyota 1.8-litur VVTL-i 190 (Celica)

2004
— Besti nýggi motorur: Toyota Hybrid Synergy Drive® (næsta útgáva av Prius)
— Besta olju-økonomi: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)
— 1.4-litur til 1.8-litur: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)
— Ársins altjóða motorur 2004: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)

2005

— Besta olju-økonomi: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)
— 1.4-litur til 1.8-litur: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)

2006

— Besta olju-økonomi: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)
— 1.4-litur til 1.8-litur: Toyota Hybrid Synergy Drive® (Prius)

2007
— Besta olju-økonomi: Toyota Hybrid Synergy Drive ® (Prius)
— Undir 1.0 litur: 1.0 VVT-i (Aygo, Yaris)

2008

— Ársins grøni motorur: Toyota Hybrid Synergy Drive ® (Prius)
— Undir 1.0 litur: 1.0 VVT-i (Aygo, Yaris)

2009

— Undir 1.0 litur: 1.0 VVT-i (Aygo, Yaris and iQ)

2010

— Ársins grøni motorur: Toyota Hybrid Synergy Drive ® (Prius og Auris HSD)
— Undir 1.0 litur: 1.0 VVT-i (Aygo, Yaris and iQ)




Aftur