08-07-2010
Hugnaligur siglitúrur við Draganum
Leygardagin, 10. juli, verður skipað fyri einum sera hugnaligum og áhugaverdum siglitúri við seglskipinum Draganum.
Farið verður av Klaksvík kl.14. Leiðin gongur norður undir tey stórslignu fuglabjørgini á Kalsoynni og norðara Nakkin á Kunoynni.
Ein ógloymandi túrur og ein uppliving fyri lívið
Túrurin tekur áleið 3 tímar.
Kostnaður: kr. 300,- pr. pers
Kaffi og súpan er íroknað prísin