19-07-2010  Hugnalig útferð við Draganum týsdagin 20.juli

Týsdagin, 20. juli, verður skipað fyri einum sera hugnaligum og áhugaverdum siglitúri við seglskipinum Draganum.
Farið verður av Klaksvík kl.18.  Leiðin gongur norður undir tey stórslignu fuglabjørgini á Kalsoynni og norðara Nakkin á Kunoynni.

Ein ógloymandi túrur og ein uppliving fyri lívið
Túrurin tekur áleið 3 tímar.

Kostnaður: kr. 300,- pr. pers
Leskilig súpan og kaffi er íroknað prísin
 
Tilmelding á: Norðoya Kunningarstovu tel. 456939 innan kl.17

Aftur