Guttorm Sørensen, íð er venjari hjá Marnari, var við á túrinum, sum ein av ferðaleiðarunum. Hann sigur, at hetta var ein ótrúliga góð og spennandi kapping. Á 2.000m teininum skulu rennast fimm umfar á breytini. Marnar legði seg á odda eftir fyrsta umfar og næsta umfar.
Marnar á odda eftir tvey umfør
Ferðin fór nakað niður eftir tvey umfør og tá komu so tveir sviar framum næstu tvey umførini, har Marnar og ein dani fylgdu við nakrar metrar aftanfyri. Á seinasta umfari fekk Marnar fatur aftur á sviunum, og í einum braki av einum endaspurti blivu hesir settir væl og virðiliga upp á pláss á teimum seinastu metrunum áðrenn málstrikuna.

Marnar, her á triðjaplássi 60m áðrenn málstrikuna, hevur sett endaspurtin inn
Sunnudagin kl. 14. bert 19 tímar eftir framúrskarandi avrikið á 2.000m, var seinna kappingin hjá honum á skránni. Rennast skuldu 800m. Tað var væntandi undan startinum, at avrikið frá degnum frammanundan fór at merkjast í beinunum, og so varð. Hóast veðrið var gott, so var tað eisini eitt fitt lot meðan runnið bleiv. Hóast hetta, so eydnaðist tað Marnari at renna seg til eitt silvurheiðursmerki við tíðini 2.08,96 min. sum er eitt petti frá hansara bestu tíð á teininum.
Tað verður spennandi at fylgja við Marnari í summar, tí nógvar kappingar eru fyri framman, og longu 1. juli skal hann aftur til Gøteborg við Talentbólkinum hjá FÍF, sum fer at luttaka í VärldUngdoms-spelen.