Formaðurin í B68, Jógvan Højgaard sigur at B68 er væl fyri og hevur ein sunnan búskap.
- Í samband við grein um B68 var ró upp undir at lánið, sum Nes Kommuna veðheldur fyri, varð, hækka beint áðrenn roknskapur felagsins skuldi góðkennast av loyvisnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
- Her má eg gera vart við at so er ikki. Lánið varð hækka eftir at roknskapurin var góðkendur av grannskoðara og latin FSF. Roknskapurin vísti annars eitt yvirskot uppá 100.000 krónur og tá hetta árið er farið hava vit slætt borð.
- Vit hava ongar dýrar leikarar í felagnum í løtuni. Dýrastu leikararnir eru báðir útlendingarnir, sum kosta 9000 krónur hvør um mánaðin. Okkara egnu leikarar fáa nógv minni enn útlendingarnir.
- B68 hevur drigist við gamla skuld og tað var fyri at rudda upp í hesum, at avtala varð gjørd við kommununa um at hækka lánið.
- Á Toftum er tað B68, sum eigur vallir og ítróttarhús og tí hava vit eisini stórar útreiðslur til viðlíkahald - sum kommunan stuðlar.
Formaðurin í B68 sigur at málið um veðhaldið hjá Nes Kommunu er eitt mál millum Fíggjarmálaráði og Kommununa og tí hevði hann ongar viðmerkingar til tað. Hann hevði heldur ongar viðmerking til hvussu stórur partur av umsetninginum hjá felagnum fór til leikarar og venjarar.