18-06-2010  Gongur væl hjá Pól Sundskarð á Bornholm

Í skrivandi løtu er Pól Sundskarð í gongd við at renna sítt 6.marathon á rað og hevur bert 1 eftir í "7 marathon í 6 dagar" í Bornholm Ultramarathon
Sunnumorgunin byrjaði Pól Sundskarð úr Treysti at renna "7 marathon í 6 dagar" niðri á Bornholm. 
 
Tað hevur gingið væl hjá honum higartil, og hevur hann gjøgnumført tey fyrstu 5 í øllum góðum. Í skrivandi løtu rennur tað 6. og næstseinasta. Tað 7. og seinasta byrjar í morginári kl. 05.00 okkara tíð.
 
Hann valdi at taka tað róligt frá fyrsta degi av, og sum dagarnir hava gingið, so hevur tað gingið betur og betur hjá honum. Hann hevur runnið við sera javnari ferð allar dagarnar higartil, og tíðin fyri hvørt marathon er vorðin betur og betur fyri hvønn dagin.
 
Tíðirnar fyri tey fyrstu 5 hava verið:
1. 4 tímar 23 minuttir og 26 sekund
2. 4 tímar 17 minuttir og 25 sekund
3. 4 tímar 12 minuttir og 02 sekund
4. 4 tímar 08 minuttir og 29 sekund
5. 3 tímar 53 minuttir og 04 sekund
 
Á  heimasíðuni www.treysti.fo ber til at fylgja gongdini hjá Pól, og har hevur hann eisini skrivað dagbók.
Bornholm Ultramarathon 5/7 2010 Pictures - Tor Rønnow

Her eru teir klárir til sítt 5. marathon

 

 

 

Aftur