19-06-2010
Pól gjøgnumførdi "7 x marathon í 6 dagar"
Í morgun kom Pól Sundskarð á mál í Bornholm Ultramarathon har hann hevur gjøgnumført "7 marathon í 6 dagar"
Í morgun kl. 5.00 føroysta tíð fór Pól undir 7. og seinasta marathoni í Bornholm Ultramarathon, og bert 3 tímar og 40 minuttir seinni var hann longu komin á mál.
Samanumtikið hevur tað gingið rættiliga væl hjá Pól í hesi renningini. Taktikkurin hjá honum var at taka tað róligt í byrjanini, tí at hann hevur ikki áður roynt at renna 7 marathon dag um dag. Hann hevur verið væl fyrireikaður og runnið nógvar kilometrar undan túrinum til Bornholm. Á Bornholm hevur hann verið sera "disciplinerur" við ikki at gera ov nógv av og hevur hildið seg til sína ætlan, og tað hevur eydnast sera væl. So væl, at hann hevur gjøgnumført við betri tíð fyri hvønn einasta dag.
Tíðirnar hjá honum hava verið:
1. 4 tímar 23 minuttir
2. 4 tímar 18 minuttir
3. 4 tímar 12 minuttir
4. 4 tímar 08 minutir
5. 3 tímar 53 minuttir
6. 3 tímar 52 minuttir
7. 3 tímar 40 minuttir
Pól er við eini vísundaligari kanning á Ríkissjúkrahúsinum í ber heitið ” Effekten af 7 marathon-løb på 6 døgn”. Hann bleiv kannaður fríggjadagin áðrenn renningin byrjaði sunnudagin. Bert tey í hava gjøgnumført sleppa aftur til kanningina aftaná. Longu í morginári kl. 8.00, skal hann aftur til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum.
Pól verður aftur í Klaksvík seinnapartin týsdagin. Treysti fer at hava móttøku fyri honum í Badmintonhøllini eftir venjingina týskvøldið.
Vit ynskja Pól Sundskarð hjartaliga tillukku við avrikinum !