05-07-2010
KÍ kvinnurnar aftur steypavinnarar
Leygardagin gjørdust KÍ-kvinnurnar steypavinnarar við at vinna 1-0 á AB í steypafinaluni.
KÍ-kvinnurnar vunnu leygardagin steypafinaluna í fótbólti. Móstøðuliðið var Skála, og bert eitt mál kom í finaluni.
Skála - KÍ 0 - 1 (0 - 0)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 55'
KÍ vann steypafinaluna 1-0 ímóti Skála eftir at tað hevði staðið á jøvnum 0-0 í hálvleikinum.
Tað var KÍ, sum byrjaði dystin betur og løgdu stórt trýst á Skála ta fyrsta korteri, har tær komu til fleiri kjansir, har tær millum annað raktu tvørtræið og vóru einsamallar við málverjanum. So við og við kom Skála betur við í dystin, og megnaðu at trýsta KÍ eitt sindur longur aftur á vøllin, men tó uttan at blíva orduliga farligar.
Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ, sum tær byrjaðu fyrra, tær løgdu eitt trýst á Skála, tó megnaðu tær ikki at skapa so nógvar kjansir, men tá 55 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað at fáa hol á, tá KÍ-kvinnurnar vinna bóltin í uppspælinum hjá Skála, og so gera tær skjótt av.
Bólturin endar hjá Rannvá, sum smekkar til frá brotsteigarmarkinum og í málið til 1-0. Eftir hetta megnaði Skála ikki veruliga at svara aftur, og heldur var tað KÍ, sum var nærri at koma uppá 2-0 enn, Skála at javna. Fleiri mál komu ikki í dystinum og KÍ-kvinnurnar kunnu kalla seg steypavinnarar fyri 8. ferð
KÍ hevði eisini lítla yvirvág í spælinum í fyrra hálvleiki. Meistararnir úr Klaksvík byrjaðu dystin betur, men fram móti hálvleikinum kom Skála meira inn í dystin.
Í seinna hálvleiki sat KÍ meira á spælinum, og tá 55 minuttir vóru spældir, skoraði Rannvá Andreasen við einum skoti nakað úti frá. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum.
Skála kom ongantíð veruliga afturíaftur, og hóast KÍ hevði meira spæl, skaptu tær ikki stóru kjansirnar.
KÍ hevur harvið endurvunnið steypakappingina, eftir at tær í fjør noyddust at lúta fyri AB.