07-07-2010
Nógv súkkling á skránni komandi vikuskifti
Leygardagin skipar TSF fyri MTB kapping, og fyri Landavegkoyring sunnudagin. Fjallasúkklingin verður við Fjallavatn og Landavegsúkklingin í Suðuroynni.
Tíðindaskriv:
Vestanstevna verður komandi vikuskifti, og tí hevur Tórshavnar Súkklufelag avgjørt at 3. teinur av H&G Cup kappingini 2010 verður í Vágunum.
Fjallasúkklukappingin byrjar leygardagin kl. 12.00, og koyrt verður á gøtuni millum Vatnsoyrar og Fjallavatn.
Hetta er triða av fimm kappingum í H&G Cup 2010.
Teinurin er 8 km langur og teinurin skal tí koyrast fleiri ferðir.
Kappingin er fyri unglingar og vaksin, kvinnur og menn.
Etika Cup, 3. teinur
Sunnudagin hava føroyskir súkklarar aftur møguleika at kappast. Hesa ferð á teininum, ið verður koyrdur í Statoil Kring Føroyar súkklukappingini, sum byrjar um einans tvær vikur.
Hetta er 3. teinur av Etika Cup 2010, og kappingin sunnudagin byrjar á Drelnesi og endar við Effostøðina í Vági.
Koyrt verður av Drelnesi til Fámjin. Leiðin gongur síðan um Hovsegg, til Vág, víðari til Lopra, niðan á Hestin, og síðan oman til Sumba, har vent verður. Súkklararnir skulu nú aftur niðan á Hestin og síðan á mál við Effostøðina í Vági.
Unglingar koyra ein styttri tein, og skulu m.a. ikki tungu leiðina upp um Hestin.
Hetta er sum sagt sami teinur sum verður koyrdur í Statoil Kring Føroyar kappingini, og er teinurin 77 km langur og tekur umleið hálvan triðja tíma at gjøgnumføra hjá skjótasta súkklaranum.
Torkil á odda
Etika Cup 2010 og H&G Cup 2010 eru sum navnið sigur báðar cup-kappingar, og báðar eru samansettar av fimm teinum.
Okkara fremsti súkklari, Torkil Veyhe, hevur nú eisini avgjørt at royna seg innan hesa MTB, og liggur hann í løtuni á odda í báðum kappingunum, við ávikavist 14 og 12 stigum.