08-02-2010 Torradagar

Í Norðoyggjum hava vit fingið eina “nýggja traditión”, nevniliga Torradagarnir, sum í ár vera fyriskipaði í døgunum 16. til 20. februar.


Í Norðoyggjum hava vit fingið eina “nýggja traditión”, nevniliga Torradagarnir, sum í ár vera fyriskipaði í døgunum 16. til 20. februar.

Norðlýsið ger sum vera man nógv burturúr. Longu týsdagin kemur blaðið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum, og harafturat fara vit longu nú at bera tíðindi um Torradagarnar á heimasíðu okkara, nordlysid.fo.

Fyri trimum fýra árum síðani, stungu menn høvdini saman at viðgera merkisdagar í Norðoyggjum, og tá var komið fram til, at vit í summarhálvuni hava nógv tiltøk. Norðoyastevnan liggur føst fyrsta vikuskiftið í juni, Summarfestivalurin tíðliga í august og Sjómannadagurin aftaná miðjan august.

Hildið var, at okkum restaði eitthvørt, sum gjørdi tíðina frá jólum og einar tríggjar mánaðar fram eitt sindur sosialari fyri almenningin. Tosað var um mentanarstevnu á ein ella annan hátt, men komið var til, at tað var eitt sindur traditionelt at skipa fyri eini mentanarviku, tí tað var kent aðrastaðni frá, og tí kom Dávur Winther  umsíðir við tí hugskoti at skipa fyri Torradøgum, ikki var talan um at kopiera íslendsku torradagarnar, men heldur at skipa okkara sum eitt slag av mentanarviku, tó við fokus á fisk, fiskivinnu og tað, sum hevur við havið at gera, men tó skuldu høvuðstiltøkini koyrast í ein pakka av musiskum tiltøkum.

Sigast má, at hetta hevur eydnast væl. Líka frá at matstovurnar í býnum hava serverað fisk fyrst og fremst hesar dagarnar, hava fyrilestrar verið um mangt og hvat við atlitið til havi og fiskatilfeingi okkara, og sjálvt Húsarhaldsskúli Føroya hevur havt framsýningar hesar dagar.

Undirtøkan hevur verið vaksandi á hvørjum ári, og sigast má, at tiltøkini hava verið sera væl vitjað. Sum skilst vera Torradagarnir í ár ikki minni áhugaverdir enn árini frammanundan.

Skrá og kunning um dagarnar verður í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús týskvøldið, og tí skulu vit ikki her kunngera smálutirnir, men vit kunnu ikki bara okkum at fortelja, at Hjalti í Jákupsstovu, sum allir fiskimenn og landkrabbar hava hoyrt um, og sum júst í hesum døgum er farin frá stjórastarvi sínum í Havstovuni, kemur til Klaksvíkar at halda fyrilestur.

Tað verður sera áhugavert at hoyra hann, nú hann ikki er bundin av almenna starvi sínum og tí kann røða hareftir.

Yvaleyst verður Hjalti eitt av hæddarpunktunum, men farið ikki skeiv, nógv annað forvitnisligt verður á skránni.

  Aftur