21-06-2010  Sjey milliónir krónur til seks fótbóltsfeløg

Seinastu árini hava leiðslurnar í seks fótbóltsfeløg fingið góðar 7.000.000 kr í beinleiðis rakstrarstuðli frá kommunum til m.a. lønir til leikarar
 
Seinastu fimm árini hava leiðslurnar í seks fótbóltsfeløg fingið 7.000.000 kr í beinleiðis rakstrarstuðli frá ymiskum kommunum at ráða yvir.
 
Seinstu mánaðarnar hava vit biðið um innlit í kommunalan stuðul, sum føroysk fótbóltsfeløg fáa frá kommununum. Hjá flestu feløgum er tað Kommunurnar, sum eiga vallir, ítróttarhús o.a. men tað eru tó undantøk, sum á Toftum har B68 stendur sum eigari av bæði vallum, skýli og húsi.
 
Stuðulin, sum vit hava fingið innlit í, er tað sum kommunurnar gjalda beinleiðs í rastrarstuðli. Hetta er tann peningur, sum kommunurnar flyta á konto hjá fótbóltsfeløgum til einstøku fótbóltsleiðslurnar at ráða yvir. Vit hava havt greinar um ávís feløg so hvørt sum vit hava fingið eitt nøktandi fíggjarligt yvirlit og fara at halda fram við hesum út á summarið. Tølin sum vit vísa til eru skjalprógva men fevna neyvan um alt. Eisini eru fleiri kommunur samanlagdar seinastu árini, og vit hava tí ikki fingið innlit í tøl frá kommunum sum ikki eru til longur.
 
Men tað er ikki ov nógv sagt at Kommunurnar stuðla – og tær stuðla rættilga nógv og ymiskt.
 
Her er ein listi við seks feløgum, sum luttaka í fremstu og næstfremstu deildini.:
 
Nr. 1. B68
Frá 2006 til 2010 hevur Tofta Kommuna latið 2.351.012 til rakstur og 600.000 til lángjøld.
Harafturat gav Nes Kommuan loyvi til at B68 hækkaði eitt lán við 700.000 kr. umframt árliga stuðulin, sum var brúktur til at gjalda gamla skuld og ein kassakredit í inniverandi ári.
 
NR. 2. Víkingur
Seinastu tvey árini Eystur Kommuna hevur verið til hevur hon útgoldið 960.000 kr. til Víking.
2009 kr. 510.000,00
2010 kr. 450.000,00
 
NR. 3. ÍF
Síðan 2006 hevur Fuglafjarðar Kommuna latið ÍF 850.000 kr. í beinleiðis rakstrarstuðli og 300.000 kr. í stuðli til lánsgjøld í Føroya Banka
 
Nr. 4. EB/STREYMUR
EB/Streymur fingið tilsamans 785.000 kr. í beinleiðis rakstrarstuðli frá Sunda- og Eiðis Kommunu seinastu fimm árini - í miðal 157.000 um árið.
 
NR. 5. B71
Sandoyar Kommuna hevur stuðla B71 við 715.000 kr. í beinleiðis rakstrarstuðli seinastu fimm árini.
Seinastu fýra árini hevur stuðulin ligið millum 140.000 kr. og 175.000 kr árliga.
 
NR. 6. TB
Tvøroyra Bóltfelag hevur fingið tilsamans 625.200 kr. seinastu fýra árini frá Tvøroyrar Kommunu.
Harafturat hevur Tvøroyrar Kommuna goldið 259.900 kr í lánsgjøldum fyri TB seinastu fýrá árini.
 
NR. 6. 07VESTUR
07 Vestur hevur fingið 360.000 kr. í beinleiðis rakstrarstuðli frá Vága-, og Sørvágs Kommunu seinstu tvey árini. Í 2009 var samlaði beinleiðis rakstrarstuðulin frá kommununum báðum 359.000 krónur og í ár er stuðulin 360.000 krónur.
 
Fleiri feløg fáa lítlan og ongan almennan stuðul
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt greitt at kommunan stuðlar ikki til rakstur av frítíðarfeløgum. Tó endurrindar kommunan leiguútreiðslur, sum feløg hava í hallum. Tað er Tórshavnar Kommuna, sum eigur allar hallir og vallir í Kommununi. Sostatt fáa HB, B36, AB og FC Hoyvík ongan beinleiðis rakstrarstuðul. Í løtuni hevur B36 tó eina umsókn til viðgerðar hjá Tórshavnar Kommunu um endugjald fyri mist útsýni og lýsingarinntøkur í samband við bygging av nýggju fimleikarhøllini í Gundadali. B36 krevur at fáa 324.000 í endurgjaldi frá kommuni. Harafturat strikaði kommunan skuld hjá felag í samband við at kommunan yvirtók Tórsvøll, men hóast vit hava tosað við formannin í Tórsvølli og umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu hevur ikki eydnast okkum at fáa krónutalið upplýst.
 
Á býráðsfundi í Sundakommunu í kvøld skal býráði viðgerðar ein umsókn frá EB/STREYMI um meira fíggjarligan stuðul, men enn hava vit ikki fingið at vita um hvat krónutal biðið er um.
 
KÍ hevur síðan 2005 ongan beinleiðis rakstrarstuðul fingið frá Klaksvíkar Kommunu. Í samband við at KÍ tók nýggj skiftingarhøli í brúk  á sumri í 2009 fekk felagið leigugjald endurgoldið frá kommununi.
 
Vit fara at viðgera KÍ og onnur feløg – so hvørt sum vit fáa fatur á tølunum, her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
 
Men vit kunnu longu nú staðfesta at seinastu fýra árini hava tey seks feløgini, B68, Víkingur, ÍF, EB/STR, B71, TB og 07VESTUR fingið góðar sjey milliónir krónur í beinleiðis rakstrarstuðli. Hetta eru pengar, sum leiðsurnar hava brúkt uppá lønir til leikarar og venjarar og til aðrar rakstrarútreiðslur.
 
Harafturat hava NES-, Fuglafjarðar- og Tvøroyra Kommuna rindað 3.719.800 í lánsgjøldum fyri ávíkavist B68, ÍF og TB
 

Aftur