Óetiskt at útstilla gomul fólk
John William Joensen - 23. jul 2010 21.25
Týsdagin 20. juli er eitt innslag í Degi og Viku um sparingarnar á eldraøkinum, sum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna ætlar at fremja. Í innslagnum í Degi og viku verður tann 80 ára gamli Kjartan Stakssund, sum sambært kringvarpinum hevur havt eina heilabløðing, stillaður yvir fyri spurninginum um hvat hann heldur um ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni at niðurleggja sambýlið á Eiði.
 
Grátandi spyr tann 80 ára gamli um hvussu aktuelt hetta er – og blaðmaðurin svarar at hetta er í hvussu so er tað, sum Rósa Sámuelsen hevur havt við sær á ein landsstýrisfund.
Grátandi sigur Kjartan at hetta skilur hann einki av.
 
Meðan samrøðan er við 80 ára gamla Kjartan Stakkssund hoyrist fólk flenna í bakgrundini og í degi og viku í kvøld var innslagið víst umaftur í sjónvarpinum – tí sum sagt var, so stóð ein mikrofon opin meðan innslagið koyrdi.
 
Kringvarpið óetiskt
Landsstýriskvinnan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, sigur at innslagið í Degi og Viku var óneyðugt og óetiskt.
- Tá ein hyggur eftir innslagnum far ein tað fatan at vit senda tey eldru heim og niðurleggja búpláss, men hetta er als ikki rætt.
- Harafturat haldið eg tað verða óetiskt at útstilla ein persón á slíkan hátt sum Kringvarpið valdi at gera.
- Teir fortelja manninum at hann skal flytast og spyrja hann um hvat hann meinar um hetta. Hetta er heilt burturvið, tí eingin sigur at hesin persónurin skal flytast. Sjálvandi skulu tey gomlu verða hoyrd, men umrøddu ætlanirnar hava enn ikki verið til politiska viðgerð og tá politiska viðgerðin er liðug verður tað upp til Nærverkið at avgera hvussu rationaliseringarnar verða gjørdar.
- Vit skulu spara 18 milliónir krónur og sjálv haldi eg tað verða rætt at flyta nøkur búfólk enn at siga fólk úr starvið. Tað sum vit arbeiða við er at flyta tungar brúkarar av sambýlum inn á røktarheim har umstøðurnar hjá bæði brúkarum og starvsfólkum eru betur. Eisini eru vit í ferð við at meta um umstøðurnar hjá teimum gomlu á sambýlum kring um í landinum og í fleiri førum eru umstøðurnar als ikki nøktandi, hvørki fyri brúkaran ella starvsfólkini. Í stóran mun er talan um sethús, sum eru umbygd til sambýli, og tí eru umstøðurnar í nógvum førum sera avmarkandi.
 
- Í summum førum verður neyðugt at stongja sambýli og flyta brúkarnar á røktarheim og tað verður ikki bert gjørt, sum ein partur av rationaliseringunum, men eisini tí vit betur kunnu taka hond um brúkaran.
- Innslagið í Degi og Viku var sera óhóskandi, serliga tá hugsað verður um, at fólk sita og flenna aftanfyri meðan samrøðan koyrir við gamla mannin sum hevur fingið eina ræðumynd sagda frá tíðindamanninum.
- Tað mugu finnast reglugerðir fyri hvat ein útstillar fólk til og eg haldið at kringvarpið her er farið langt út um mark. Tað verður í øllum føri ringt fyri brúkaran um vit ístaðin verða noydd at siga 40 til 50 fólk úr starvið og sum sagt so er ikki ætlanin at sleppa brúkaran uppá fjall, men at geva teimum og starvsfólkunum betri umstøður.
 
Rósa Samuelsen sigur at hon hevur ongar ætlanir at kæra kringvarpið til fjølmiðlanevndina, men at hon kanska átti at umhugsa hetta – tí tað var alt annað enn sømiligt av kringvarpinum at útstilla mannin, sum gjørt var í Degi og viku.
 
 
 
    Send til vin