Tillukku Páll Fangi
 - 28. jul 2010 14.05
Hvørki Anna Dam, formaður, ella Anja Hovgaard, næstformaður, møttu á fundi í Ítróttardómstólinum hjá ÍSF at viðgera kæruna móti Páll Fanga.
 
Í staðin møtti Poul Hansen, Eyðhild Skaalum og Børge B. Hansen, men hóast fundurin ongan formansskap hevði, vóru tiltakslimirnir hjá nevndini heldur ikki boðsendir.
 
Málið um óføru ítróttarmennirnar á Páll Fanga er ein sorgarsøga fyri Føroyskan Ítrótt.
Hvussu leikur fer fram í dag er líka mikið, tí skommin er ógvuslig, og vísir hvat øsing kann føra til. Høvdu allir partar havt virðing fyri ítróttini og virt tær avgerðir sum Róðarasambandi hevur tikið, so var málið liðugt og avgreitt. Í staðin hava nakrir bátar sunnan av landið, tykið málið í egnar hendur og tikið føroyskan ítrótt til gíðsul.
Ítróttarkempurnar á Páll Fanga hava síðani av sínum eintingum melda seg úr FM - fyri at bjarga róðrinum á Ólavsøku.
 
At tríggir kenningar í ítróttardómstólinum í Havn, nú sum ketta úr høvdatrogi, koma inn í málið - er bara eitt framhald av sjónleikinum sum hevur koyrt í fjølmiðlunum seinastu dagarnar.
 
Vit á Norðlýsinum fara at ynska manningini á Páll Fanga tillukku við FM - og fantastiska avrikinum í ár.
Til bindiklubban í ÍSF og hinar manningarnar er bara eitt at siga - vit vóna at møta tykkum á Norðoyastevnu næsta ár.
 
Hjartaliga tillukku Páll Fangi.
Vit Norðoyingar eru stoltir av avriki tykkara.
 
 
 
 
 
    Send til vin