Snjóðharan
Snjóðharan
 - 8. feb 2010 10.50
Snjóhara (Lepus timidus) varð innflutt til Føroya í august 1855 og apríl 1958 úr Kragerø í Oslofjørðinum – 4 hvørja ferðina. Tær vórðu settar út í Hornabø og runnu niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali og vórðu síðan fluttar til allar hinar oyggjarnar uttan Koltur og Lítlu Dímun; haran fekst tó ongantíð at støðast í Stóru Dímun.
Snjóharan hevur tvey litfrábrigdi, og munurin sæst á vetrarbúnanum. Tær snjóharur, ið reika norðuri í Mið- og Norðurnoregi og í Alpunum, hava snjóhvítan vetrarbúna, men harurnar í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, Suðurnoregi og Suðursvøríki hava ljósagráan vetrarbúna. Haran í Føroyum verður nevnd bláhara.
Tær fyrstu harurnar í Føroyum vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar bláharur sæddar. Tær vuksu skjótt í tali og trokaðu ta hvítu snjóharuna burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin. Royndir hava víst, at hvíti vetrarbúnin stendst av einum ráðandi arvaeginleika.
Bláhara, sum er eitt gnagdjór, er 46-61 cm long og vigar í miðal 2.7 kg. Hon leggur tríggjar ferðir um árið og gongur kviðin í einar 7 vikur. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar tríggjar løgurnar koma undan. Ungarnir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir, og tað hevur við sær, at ársgamlar harur leggja.
Haran etur grøs, stør, urtir og trøllakampar, harafturat knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Tær eru virknastar í skýmingini. Men í makingartíðini síggja vit tær eisini renna hvør eftir aðrari um dagin.
Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. nov. til 31. des. Við støði í vektini á teimum skotnu harunum sæst, at heystløgan vigar í miðal 2 kg, summarløgan 2.5 kg, meðan várløgan og tær, ið eru meira enn ársgamlar, viga í miðal 3 kg. Eingin stovnsmeting er gjørd enn, og tá eingin skipan við veiðiloyvum er, vita vit ikki, hvussu nógvar harur verða skotnar um árið.
    Send til vin