Ein ungur klaksvíkingur keypti atgongumerki til dreymakonsert í Berlin og rindaði atgongumerki gjøgnum alnótina.
Tað er alt meira vanligt at føroyingar keypa vørur og tænastur gjøgnum al-nótina og tá heimskendi rockbólkurin U2 boðaði frá stórari konsert í Berlin í fjør summar, vóru tað fleiri føroyingar sum løgdu leiðina til Berlin.
Ein ungur klaksvíkingur sum júst er byrjaður lestur í Danmark, fekk eisini hug at fara til Berlin og fann eina heimasíðu, sum bjóðaði fram atgongumerki.
- Sjálvur havi eg góðar royndir av at keypa gjøgnum alnótina og hevði tí ongan mistanka til heimasíðuna, sum lýsti við atgongumerkjum til spennandi konsertina í Berlin.
- Við VISA kortinum ringdaði eg fyri atgongumerkini og fekk beinanvegin váttan sendandi um keypið.
- Men tíðin gekk og atgongumerkini komu ikki vegin fram. Á heimasíðuni kundi eg lesa at um atgongumerkini ikki vóru komin tíggju dagar undan konsertini, so skuldu fólk gera vart við seg.
- Tá freistin var farin skrivaði eg teldupost til heimasíðuna og gjørdi vart við at eg eingi atgongumerki hevði fingið.
- Eg fekk beinanvegin svar har sagt var at ein feilur var hendur við útskrivingini av atgongumerkjunum. Sagt var at eg skuldi bara vísa ordranummari sum eg hevði fingið sendandi, við dyrnar - so slapp eg inn á konsertina. Men hetta helt eg verða heldur ótrygt og bað síðani um at fáa peningin aftur tí eg hevði avgjørt ikki at fara til Berlin.
- Svar kom skjótt. at tað skuldi ikki standa á at fáa peningin aftur. Tó ynsktu teir at fáa upplýsingar frá peningastovni mínum - so teir kundu verða vísir í at peningurin kom á rætta stað.
- Hendan teldupostin tók eg við til peningastovnin og tey sendu síðani teir upplýsingar sum brúk vóru fyri. Í peningastovninum fekk eg at vita at ein hevur møguleika at fáa eitt gjald "rætta" 60 dagar eftir at ein hevur rindað eina vøru við VISA kortinum. Men tá hendan freistin var farin - kundi hesin møguleikin ikki brúkast.
- Men tíðin gekk og eg fekk ongantíð endurrindað atgongumerkini. So í septembermánaða, stutt eftir at eg var byrjaður uppá lestur í Danmark, varð eg uppringdur av peningastovninum og spurgdur um eg hevði brúkt tilsamans 17.000 krónur í fremmandum valuta at keypa ferðaseðlar og telduútgerð fyri.
- Hetta kom dátt við tí eg hevði als ikki brúkt peningin, men peningastovnurin kundi staðfesta at keypini vóru goldin við kortinum hjá mær - hóast korið als ikki var stolið.
- Stongt var beinanvegin fyri kortinum og kontoini og saman við peningastovinum sendu vit eina fráboða til veitaran at kortið varð misbrúkt.
- Peningastovnurin bjóðaði seg til at leggja út fyri tann stolna peningin og tað var eg sjálvandi sera fegin um.
Einki frætt
Ungi klaksvíkingurin sum keypti atgongumerkini sigur at hann ongantíð hevur hoyrt nakað aftur frá teimum, sum standa aftan fyri umtalaðu heimasíðuna.
- Hóast vit hava roynt at sett okkum í samband við tey sum standa aftanfyri heimasíðuna - so hava vit hvørki hoyrt orð ella eið. Heldur einki havi eg sæð til peningin sum eg rindaði fyri atgongumerkini.
- Vit kunnu heldur ikki vita við vissu hvør tað var sum tók pening av konto míni, men vit hava sum sagt ein greiðan mistanka til heimasíðuna.
Ungi klaksvíkingurin, sum ikki ynskir at verða nevndur við navnið sigur at málið hevur fingið hann at hugsa seg enn betur um áðrenn rindað verður við VISA kortinum.
- Eg farið í framtíðin at halda meg frá at keypa frá heimasíðum sum eg ikki kenni ella sum eg ikki veit onnur hava keypt frá.







