Sambært hagtølunum um løntakarar, skift á vinnugreinar, er Heilsu- og almannaverk størstu lønveitarar í Norðoyggjum
Tøl tala sína egnu søk og hyggja vit eftir hagtølunum er eingin ivi um at tað eru færri og færri løntakarar knýttir at tilfeingisvinnunum.
Hyggja vit eftir samlaðu lønarútgjaldingunum í Føroyum og bíta tær prosentvís yvir á vinnubólkar, sæst at í 2004 stóð ráðevnisvinnan fyri 21% av øllum løntakarum í landinum.
Sama ár eigur framleiðsluvinnan 14% , tænastuvinnan 29%, meðan almennar tænastur standa fyri 36% av løntakarum.
Í 2004 stóðu tænastuvinnur, almennar og privatar, fyri tilsamans 65% av øllum løntakarum í landinum. Ráevnisvinnan og framleiðsluvinnan stóð í 2004 fyri 35% av øllum løntakarum.
70% av løntakarum í tænasuvinnuni
Í 2009 er støðan tann at í dag starvast 70% av øllum føroyingum í almennu- og privatu tænastuvinnunum. Einans 30% av føroysku løntakarunum starvast í framleiðslu- og ráðvøruvinnunum.
Gongdin í Norðoyggjum
Hyggja vit at løntakarum í norðoyggum so er gongdin tann sama.
Í 2004 stóð fiskiskapur fyri 20% av øllum løntakarum og ráevnisvinnan tilsamans fyri 34% av øllum løntakarum. Framleiðsluvinnan stóð fyri 12% so samanlagt stóðu ráevnisvinnan og framleiðsluvinnan fyri 46% av øllum løntakarum.
Tænastuvinnur stóðu fyri 24% av løntakarum og almennar tænastur fyri 31% av løntakarum í 2004.
Í 2009 er fiskiskapur 16% av løntakarum í Norðoyggjum og ráevnisvinnan tilsamans 27%.
Tænastuvinnan í Norðoyggjum í 2009 stóð fyri 26% av øllum løntakarum og almennar tænastur fyri 36%.
Flestu løntakarar í norðoyggjum starvaðust innan almanna- og heilsuverki, nevniliga 17%. Næstflestu lønmóttakar í Norðoyggum starvaðust innan fiskiskap, nevniliga 16%, síðani kemur Handils- og umvælisvinnan við 12%, síðani koma kommunalir stovnar við 9%, byggivinna við 7%, undirvísingarstovnar við 6%, ídnaður við 4%, oso.fr..... Fiskivøruídnaður stóð einans fyri 3% av løntakarum í Norðoyggjum í 2009.
Hóast fiskivinnan framhaldandi hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin - so er tað ein sannroynd at færri og færri arbeiðspláss eru í fiskivinnuni. Saman við fækkandi arbeiðsplássum, minkar eisini politiska ávirkanin.
Meira um nýggjastu tølini í blaðnum.







