Komið og gevið tykkara íkast til Norðoyastevnuna
 - 9. mar 2010 22.50
Norðoyastevnan 2010 - Úr rundkoyringini og út á høvuðsvegin
Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, NFÍ, boðar
norðoyingum til fundar í Skálanum 17.mars kl 19
 
Fyri NFÍ eru avbjóðingarnar stórar og spennandi. Fleiri og fleiri umrøða
Norðoyastevnuna og áhugin fyri henni er vaksandi.
 
Við at seta skjøtul á fyrireikingarnar nú, vónar NFÍ at koma í góðan
dialog við tey, sum vilja verða við at seta dám á Norðoyastevnuna í ár.
Her verður hugsað um frítíðarfeløg, stovnar, fyritøkur og einstaklingar.
 
Norðoyingar!
Verið við at fáa Norðoyastevnuna úr rundkoyringini og út á høvuðsvegin.
 
Vælkomin í Skálan 17.mars kl 19!
 
 
    Send til vin