Nógv virksemi í Norðhavnini
Nógv virksemi í Norðhavnini
Oliver Joensen - 10. mar 2010 13.35
Meinhard Petersen, stjóri á Klaksvíkar Havn sigur, at seinastu tíðina hevur ikki so lítið av aktivitetið verið í Norðhavnini, og virksemið hevur verið vaksandi.
Júst nú liggur russiska frakskipið Sapphire og bíðar eftir einum russiskum trolara, Kaptain Butrimow, ið kemur inn at lasta um.
Vit hava nú ímorgun tikið ímóti Green Atlantic, ið er komin eftir teim 1300 tonsunum, sum Norðborg legði upp á land her í gjár.
Russiska skipið Pavel Kudakow, ið lá her í einar tveir mánaðir er nú farið avstað. Skipið lá her, tí tað skuldi seljast, og sum skilst, so gekk longri tíð enn ætlað, at fáa alt upp á pláss.
Tann sum keypti russiska trolaran var frá Suðurkorea, og hann skuldi brúka skipið at fiska rossamakrel í Stillahavinum, sigur Meinhard Petersen, stjóri á Klaksvíkar Havn at enda.
    Send til vin