Uttanríkisráðharrin havt fund við amerikonsku sendikvinnuna
Uttanríkisráðharrin havt fund við amerikonsku sendikvinnuna
 - 10. mar 2010 18.55
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharrri, hevur í dag havt fund við amerikonsku sendikvinnuna til Danmarkar Laurie S. Fulton. Á fundinum greiddi uttanríkisráðharrin frá altjóða rættarligu støðu Føroya og um føroyskan uttanríkispolitikk. Eisini varð tosað um, hvussu samstarvið millum londini kann mennast m.a hvussu mannagongdirnar fyri at fáa visum til USA kunnu gerast smidligari fyri føroyingar.
 
Amerikanska sendikvinnan kom til Føroyar í dag. Undir vitjan síni hevur Laurie S. Fulton eina umfevnandi skrá, har hon m.a. eisini hevur fund við Løgmann, Landsstýrismannin í vinnumálum, Landsstýriskvinnuna í innlendismálum og við Løgtingið. Fríggjadagin hevur sendikvinnan almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum við heitinum “President Obamas foreign policy agenda during first year in office”, og hon fer at lata upp eina myndaframsýning í Listaskálanum undir heitinum “Picturing America”. Eisini verða aðrir fundir og aðrar vitjanir á skránni, har Laurie S. Fulton nýtir høvið at kunna seg um føroysk viðurskifti.Uttanríkisráðið samskipar vitjanina. Amerikanska sendikvinnan fer aftur til Danmarkar leygardagin.
 
    Send til vin