Klaksvík er partur av einum virknum skúlasamstarvi við vinarbýir sínar, Sisimiut, Kópavog, Odense, Tróndheim, Norrkøping og Tampere.
Í hesum døgum eru umboð fyri vinarbýir Klaksvíkar á vitjan í sambandi við fund í skúlasamstarvinum, sum Klaksvík hesaferð er vertur fyri.
Hetta samstarvið, sum varð sett á stovn í 1995, er partur av vinabýasamstarvinum millum hesar kommunur. Samstarvsavtalan hevur heitið ”Nordisk Platform”, har ásett er, hvussu samstarvað verður um útbúgving, mentan, vinnulív og umhvørvi í vinarbýarhøpi.
Í tráð við hesa avtalu hevur síðani 1996 verið eitt virkið samstarv millum fólkaskúlar í vinarbýunum. Skúlastjórar hittast regluliga, sama gera lærarar, og so er eisini avtala gjørd um setursskúlar, ið skifta millum vinarbýirnar hvørt ár. Talan er um 8. flokkar, ein úr hvørjum vinarbýi, sum hittast. Í ár hevur Norrkøping boðið inn til setursskúla 20. – 24. sept. 2010.
Samskiparar í skúlahøpi hava í vikuni havt fundir í Klaksvík, har ætlan nú er løgd fyri víðari samstarvið 3 ár fram. Eisini er avtalað, hvørji málsøki samstarvið skal snúgva seg um næstu árini. Her er avrátt, at leggja seg á, hvussu tilber at eggja til lesing og góðar lesivanar hjá børnunum í øllum lærugreinum.
Við á fundinum hesaferð vóru Knud Jensen úr Odense, Boel Johnsson frá Norrkøping og Rannvá Joensen úr Klaksvík.
Gestirnir fingu eisini høvi at síggja seg um í Klaksvík. Tey sóu Vevskúlan, Kokka- og Sjómansskúlan, Húsarhaldsskúlan, Serskúlan, Dávavirkið, egningaskúrarnar á Stongunum, nýggja Skúlan við Ósánna og ymist annað. Tey vóru eisini umborð á Norðborg, sum hugtók tey nógv.
Gestirnir, sum eisini fingu høvi at heilsa upp á borgarstjóran, formannin í Mentanarnevndini, mentanarleiðaran, og báðar skúlastjórarnar, fóru avstaðaftur mikudagin 10. mars 2010.







