Arbeiðið verður boðið út í høvuðsarbeiðstøku. Høvuðsarbeiðstøkan fevnir um allar fakarbeiðstøkurnar í samband við byggingina. Fakarbeiðstøkurnar eru hesar: jørð- og lendisarbeiði, kloakarbeiði, betongarbeiði, stálarbeiði, timbur- og snikkaraarbeiði, málaraarbeiði, HVS-arbeiði og EL-arbeiði.
Talan er um ein goymslubygning 840 kvm við 9 metra fríhædd upp undir sperrurnar, samlaða bygningshæddin er uml. 11 metrar. Bygningurin er eitt rúm.
Bygningurin skal verða liðugur 1. mars 2011.
Útbjóðingartilfarið verður sent út 11. august 2010 til teirra, ið hava rinda kr. 10.000,- í depositum á konto nr. 9181-215.720.0 hjá Selmar Nielsen Arkitekti Spf, Landavegur 9, Tórshavn. Peningurin verður afturgoldin um útleveraða tilfari verður innafturlatið seinast 31. august 2010.
Lisitatiónin verður týsdagin 31. august 2010 kl. 11.00 á skrivstovuni hjá Looknorth P/F, Faktorsvegur 23, Klaksvík.
Looknorth tilskilar sær rætt frítt at velja millum innkomnu tilboðini, ella ongum at taka av.







