Kl. 16 í dag skrivar Livar á heimasíðu sínari www.trip.fo at nú nærkast av málið av álvara.
Endaspurturin er farin í gongd og kl. 16 fríggjadagin (í dag) vóru "einans" 131 km eftir at rógva av teimum umleið 5200 km úr New York í USA til St. Mary's á Scilly oyggjunum.
Túrurin hevur verið sera hendingaríkur og fólk í hópa talið hava fylgt ferðini á heimasíðuni hjá Livari.
Seinasta vikuskiftið møttu teir stóra enska ferðamannaskipinum QM2 har teir løgdu stilt og tosaðu beinleiðis við ferðafólkini og skiparan á Queen Mary 2.
Sum skilst fara vinir og kenningar til Onglands at taka ímóti og um alt gongur sum ætlan verður móttøka í morgin eftirmiddag.
Vónandi skipa komunalir og landsmyndugleikar fyri einari stórari móttøku fyri Livari tá hann kemur heim til Føroyar.
Tillukku Livar & Co.
SÍ VIDEO tá Livar og teir heilsar uppá manning og ferðafólk við QM2.







