Týskvøldið kl. 19:30 hevur KÌ aðalfund og tá kann formaðurin, Tummas Lervig, staðfesta at KÍ í 2009 hevði eitt yvirskot men Tony Paris dómurin tyngir felagið
Týskvøldið 9. februar kl. 19:30 verður aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag á loftinum í KÌ høllini og tað er ikki ov nógv sagt at KÍ í 2009 hevur rætta kósina - hvat fíggjarstøðuni viðvíkur.
Sambart viðtøkunum er skráin fyri aðalfundin henda:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Áseting av gildigum atkvøðum, samb. stk. 3.
3. Ársfrágreiðing frá formanni og ábyrgdarfólkum.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Innkomin mál.
7. Møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum ella reglugerðum.
8. Valevni til formann, næstformann ella ábyrgdarfólk hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
9. Val av formanni og næstformanni
10. Val av ábyrgdarfólkum.
11. Val av grannskoðara.
12. Ymiskt.
Nýggjan kassameistara
Tá freistin at senda inn uppskot til nevndarlimir var útið, gjørdist greitt at eingi nýggj uppskot vóru til nevndarvalið og sostatt ferð nevndin í KÍ framhaldandi at verða: Tummas Lervig, formaður, John William Joensen, næstformaður, Jóhann Lützen, ábyrgdarfólk fyri samskifti, Anna Maria Dahl, ábyrgdarfólk fyri fótbólt, Anja Samuelsen, ábyrgdarfólk fyri fótbólt og Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarfólk fyri hondbólt.
- Fyri kortum heitti eg á Eyðstein Poulsen um at taka við ábyrgd sum kassameistari í felagnum og tá einki mótuppskot verður er hann eisini valdur til nýggjan kassameistara, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið í kvøld.
Fíggjarligi parturin
SP/F KÌ hevur aðalfund tann 14. januar og sum skilst á formanninum er fíggjarstøðan í tí felagnum eisini vend positiva vegin og takkar hann leiðsluni í sp/f KÌ fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði og ein serlig tøkk til Fríðin Ziskason, formann í sp/f KÍ fyri sera gott arbeiði.
Fíggjarligi parturin
SP/F KÌ hevur aðalfund tann 14. januar og sum skilst á formanninum er fíggjarstøðan í tí felagnum eisini vend positiva vegin og takkar hann leiðsluni í sp/f KÌ fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði og ein serlig tøkk til Fríðin Ziskason, formann í sp/f KÍ fyri sera gott arbeiði.
- Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Ìtróttarfelag vóru góðar 200.000 krónur lægri í mun til 2008. Men útreiðsurnar vóru mundandi skerdar og tí kemur KÍ út við einum rakstraryvirskotið uppá 330.000 krónur.
- Men Tony Paris dómurin tyngir felagið, so samlað verður eitt undirskot. Stuðulin sum felagið hevur fingið og fær í samband við Tony Paris-málið verður við í roknskapinum fyri 2010 og tí er umráðandi at fólk halda á við at senda felagnum pening - so felagið sleppur snikkaleyst burtur úr dóminum.
- Fíggjarstøðan pr. 31/12-2009 javnvigar við 1,9 mill. krónur og samlaða skuldin hjá KÍ - við Tony Paris dóminum er góðar 960.000 krónur. Samlaða ognin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag íroknað partabrøvini í KÍ høllini er pr. 31/12-2009 næstan tvær milliónir krónur.
- Hóast tølini nú venda rætta vegin og vit eru á rættari leið, so er likviditeturin í felagnum ikki góður tí vit hava brúkt stóra orku uppá at niðurgjalda gamla skuld, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Aðalfundurin verður sum sagt í annaðkvøld kl. 19:30.






