Enn er pláss er fyri nøkrum næmingum. Undirvíst verður á klaver, orgul, blokkfloytu, tvørfloytu, klarinett, saxofon, violin, viola, cello, kontrabass, horn, guitar, el-bass, trummur og teori. Næmingagjaldið er kr. 1.200,00 fyri árið. Nøkur ljóðføri ber til at leiga frá skúlanum fyri kr. 300,00 um árið. Nærri upplýsingar eru eisini á heimasíðuni hjá Musikkskúlaskipanini musikkskulin.fo
Til ber at tekna seg við at senda teldupost, ella fax á tlf. 45 60 96 ella ringja á tlf. 45 65 77.
Klaksvíkar Tónlistarskúli