Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Aftursvar til Thormund Johannesen


Skrivað hevur Símun Gullaksen 14.05.2017 - 08:41

Lýsing Lýs her...

Tað er ikki júst soleiðis og beinleiðis tingini hanga saman sum tú sipar til. Fiskiloyvini skuldu sigast upp 1. januar 2018, tí ein breið semja skuldi finnast til eina fiskivinnunýskipan.

Í dag er so ikki nøkur breið semja og bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin sita uttanfyri, og hava sostatt ikki møguleika at seta síni tíðani fingramerkir á eina nýskipan.

Fiskivinnunýskipanaruppskotið, sum fyriliggur er als ikki nøkur skipan undanfarna samgongan túsipar til hevur lagt upp til.

Eg vil ikki eingongd kalla hetta fyri nakra fiskivinnunýskipan, men heldur eitt átak frá sitandi samgongu at knúsa verandi fiskivinnu. Hetta er eftir mínum tykki bert ein undanførðsla fyri at gjøgnumføra ein visión, sum verður bænahøgg til ta føroysku vælferðina.

Verandi fiskivinna fíggjar ikki bert tann aktivitet, sum er beinleiðis tengdur at fiskivinnu á sjógvi og landi. Verandi fiskivinna og tess framburður fíggjar Føroya land.

Fakta er, at vit í Føroyum hava tríggjar høvuðsinntøkur til landskassan og tær stava frá fiskivinnuni, alivinnuni og so er tað blokkurin frá dønum.

Fiskivinnan er nokk tann, sum kastar mest av sær í landskassan fyri at kunna reka hetta samfelagið. Ja, fyri at krambafólk, arbeiðsfólk, skrivstovufólk, lærarar, pedagogar kring alt landið kunnu hava eina trygga tilveru, er neyðugt at vit hava eina vælvirkandi fiskivinnu.

Hesin ótryggleikin og ætlanin hjá samgonguni at royndarkoyra nakrar teoriir við okkara høvuðsvinnu er forkastiligt.

Um so er, at samgonguni tørvar pening til at fíggja ein part av sínum vallyftum, kann hon bara heita á landstýriskvinnuna í fíggjarmálnum um at ganga eina hædd niður í Fíggjarmálaráðnum og gera nakrar roknskapartekniskar reguleringar soleiðis, at skatturin til tær fyritøkurnar, sum eftir teirra tykki hava nakrar serstøður verður øktur so mikið, at fíggingargrundarlagið er nøktandi.

Verandi uppskot til fiskivinnuskipan má ikki gjøgnumførast men dagførast varuliga, soleiðis at vit øll ikki enda sum trælir í egnum landi.

Lýsing Lýs her...