Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



AILEEN - fyrsti navngivni stormurin í heyst


Skrivað hevur Hanus Kjølbro 12.09.2017 - 23:35

Lýsing Lýs her...

Illveðrið yvir Suðuronglandi sæst ógvuliga væl á hesari myndini.

Stormurin fer ikki at raka Føroyar, men hann er partur av sama lágtrýsti, sum myndar veðrið í Føroyum í kvøld, í nátt, í morgin og næstu dagarnar.

Nógvur vindur er væntandi í Suðuronglandi og í Wales í kvøld og í nátt. Veðurfrøðingar hjá MetOffice hava givið storminum navnið Aileen. Hetta er fyrstu ferð síðan seinasta vetur, at navn er sett á.

Vindur væntast at koma upp í storm - einar 25 m/s - og nógv regn.

Illveðrið væntast at flyta seg til Norðurfrakland í nátt, haðani til norðara part av Belgia og Niðurlondum í morgin ári. Ringasta veðrið í morgin verður tó í sunnasta parti av Norðsjónum.

Seinnapartin í morgin standa so sunnastu partar av Danmark fyri tørni saman við Norðurtýsklandi.

Vit fara ikki at leggja merki til Aileen í Føroyum.

Lýsing Lýs her...