Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



ALLO, ALLO!


Skrivað hevur Pól Huus Sólstein 02.11.2017 - 16:56

Lýsing Lýs her...

Allahalganadagur er júst farin afturum; dagurin tá fløggini veittrað í hálvari stong, yvir teir í máttu dvína við máttin av havsins bylgjum. Ein serligur dagur, fyri okkum øll, sum búleikast á hesum klettum, og ið hava havið sum dagligt livibreyð. 

Eg minnist serliga væl einaferð eg var ein biltúr fyri mongum árum síðan við einum skipara. John Bach æt hann. Ein lítillátin maður ættaður úr vesturjútlandi, og búsitandi í Killybegs í Írlandi. Úr ongum hevði hann arbeitt seg upp, og átti nú hetta snotiliga reyða skipið við navninum Western Endeavour, sum merkir Vestur Stremban. Eitt myndaligt navn till eitt skip. Vit koyrdu runt í Eysturoynni, og aftaná at hava vitjað fleiri minnisvarðar á leiðini, har eg greiddi honum frá, at hetta var okkara máti at minnast tey sum vóru deyð á sjónum, segði hann mær, at soleiðis var ikki í Írlandi. Og hann helt fyri: “Tað burdi tað verið, tí hetta var ein ómetaliga týðandi virðing fyri eitt vandafult yrki, og ein ikki sørt rørandi tanki”. Sjálvur hevði eg ikki hugsað so nógv um allar hesar minnisvarðar í Føroyum, men eftir hendan biltúrin, var mín fatan á hesum økinum broytt í alla framtíð.

Í oysandi regni koyri eg heim. Móður og troyttur, av dagsins stremban eftir at umseta havsins silvur, til harðan valuta. Við einum skeivum smíli, kann eg ikki lata verða við at hugsa um Janus Djurhuus, sum skrivaði ørindi sum er á minnisvarðanum i Klaksvík. Um kvøldið tá minnisvarðin var vígdur, var hann í veitslu hjá Evald Kjølbro, og skrivar hann: “Har var tosað Pounds, Pounds, Pounds”. Ja ikki løgið, tí fiskur og valuta hoyra oroyngiliga saman. Meðan eg soleiðis koyri í mínum egnu tonkum,tendri eg útvarpslurtið. Tíðindini kl 18 hoyra bara til. Aftaná jingluna brestir bumban:

Landstýrið ætlar, at minni enn helvtin av yvirnormala vinninginum í fiskivinnuni skal takast inn við nýskipanini. Uppboðsølan og veiðigjaldi fyri tað sum ikki verður selt á uppboði gevur minni enn 500 milliónir. Men tilfeingisrentan er yvir eina milliard sigur danski tjóðbankin.

Oh Harra Guð og malagrót. Hjarta fer uppí hálsin og leypur fleiri sløg um, og tað er líkavið, at eg renni uppí reyvini á bilinum frammanfyri. Tað er sum um at hendan milliardin festir seg í instrumentbrettið, og ferðvísarin byrjar at vísa milliónir. Hálvgroggy koyri eg nakrar metrar, og royni at sissa meg sjálvan. Hoyrdi eg veruliga rætt, ella hvat? Væl veit eg, at tað kann verða trupult at rokna við nullum, men hinvegin veit eg eisini, at hvørs mansbarn sum gongur í 6 flokki hevur lært hetta. Tað veit eg fyri vist, tí dótturin gongur í 6. flokki, og hon hevur lært at 109 er ein milliard, og 500*106 eru 500 milliónir. Men tá eg hoyri Lady Thomsen tosað um eina milliard í tilfeingisrentu, við støði í einari frágreiðing hjá Tjóðbankanum, sum er fóðraður av Ríkisumboðnum, sum hevur tølini frá onkrum Top Akademiskum Whistleblowara í Fiskimálaráðnum fullkomiliga kritikleyst; ja so steðgi eg bilinum við brestin, so at eg sjálvur kann hugsað nøkunlunda klárt. Eri ikki meir steðgaður, tá kemur Guð hann hjálpi mær kringvarpsins búskapar Orakil framat mikrofonini, og grenjar sítt ótroyttiliga knarr um reiðarar; eitt afturvendandi grenj og knarr, sum ein skøva pláta seinastu 25 árini.Snari út til síðuna. Sløkki útvarpslurti; rulli rútin niður og fái mær ein royk. Við nakað klárari hugsan, kann eg ikki lata verða við at hugsað sum okkara komiski Esmar Eysturoy. Also, also. Hava tit ikki skilt, at fiskur svimur, og við hvørt er hann slettis ikki har han svimur. Also, skilja tit ikki tað!

Og, nei. Kringvarpið hevur so ikki skilt tað. Hvat tilfeingis rentan av føroyska tilfeinginum verður í 2018 vita vit av góðum grundum ikki. Hetta er galdandi fyri meg, kvf og allar búskaparfrøðingar. Lat tað verða sagt beinanvegin. Og góður skikkur var einaferð ikki at roknað við fiski sum svimur, men heldur fiski, sum er fiskaður. Men tá man nú einaferð skal roknað hetta, so er av allarstørsta týdningi at tølini eru so røtt sum gjørligt. So mín allar fyrsta áheitan til kringvarpið er: Finni útav hvussu handan milliardin er vorðin til, og útfrá hvørjum grundarlagið hon er roknað. Minnist til, at hon kann bert staðfestast, tá árið er runnið, og ikki fyrr enn tað. Næsta áheitanin er: Komandi ár (2018) fer makrelkvotan niður við 25 túsund tonsum og sildin (ikki endaligt enn) niður við 50 túsund tonsum. Um vit nýta 6 kr fyri makrel og 4 kr fyri sild, verðu avreiðingarvirði á leið 350 mill (35*107) minni enn í ár. Fáið somu serfrøðingar (tað burdi ikki verið trupult) at framrokna eina tilfeingisrentu fyri 2018.

Tí um tað ber til at bera tíðindi sum sonn, at 500 milliónir er minni enn helvtina av yvirnormala vinninginum, ja so ber eisini til at framskriva hesi tøl, við vitanini um eitt avreiðingarvirði sum mest sannlíkt verður350milliónir minni í 2018, í mun til 2017! Og sig so tíðindini um, hvussu stórur partur verður tikin inn av veruligi tilfeingisrentuni.

Sigrettin er roykt, og eg starti bilin aftur. Hjarta hevur fingið normalan hjartasláttur aftur, og allar milliónirnar á kilometurvísaranum eru horvnar. Hvat ymiskir fantastar finna uppá kann eg ikki brúka til so nógv. Tað er back to basic.Við einum skálkabrosið koyri eg avstað aftur, á leiðini til Syðrugøtu. Veit ikki ordiliga um Oskarsson meinar, at tað er her allar milliardirnar liggja grivnar, men so vítt eg veit havi eg ongantíð møtt einum milliarderi í Gøtu. Tað má óivað verð onkrar huldumenn hann meinar við.

Og júst sum eg strúki framvið Losjuni við Gøtugjógv, renna eyguni á eina plakat um sjónleikin Allo Allo. Har er óivað tann kendasta framsøgnin: “I Shall only say this Once!” Ja. Tað má eg siga: HALLO HALLO.Og tað verður nokk sama søgan, at tað bert verður sagt einaferð. Um tað hjálpur ella flytur nakað, tað fáa vit at síggja. Kanska telefonlinjan enn er opin til NEW YORK.

Lýsing Lýs her...