Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Astrið Foldarskarð miss Her&Nu og miss Danmark finalistur


Skrivað hevur Tíðindaskriv 10.09.2017 - 10:09

Lýsing Lýs her...

Astrið Foldarskarð er sum kunnugt ein av Miss Danmark finalistunum. Hon skal við til endaligu miss Danmark-kappingina, sum verður tann 23/9-17. Astrið heldur, at tað er sera spennandi at vera við til eina tílíka kapping, men tað er eisini sera krevjandi

Miss Her & Nu var ein kapping, ið hevði tilknýti til miss Danmark-kappingina, og sum fór fram á netinum. Kappingin fór fram í 5 umførum millum allar teir 30 miss Danmark 2017 finalistarnar. – Astrið fekk flestar atkvøður, t.e. 43%, og vann tí miss Her&Nu-heitið. - Viðfest er ein mynd av henni, ið varð tikin, tá ið hon varð kosin.

Ein partur av miss Danmark-kappingini fevnir eisini um, at tað ber til at verða kosin til miss Talent. Sum kunnugt hevur Astrið verið úrvalssvimjari og hevur fleiri føroysk met. Tí gjørdi hon av at velja svimjing sum sítt talent, og ein filmur er gjørdur um Astrið sum svimjara til hesa kapping. Filmurin sæst á FB-vangamyndini: “Astrið Foldarskarð - Miss Danmark 2017 Finalist”.

Til ber at síggja filmsbrotið her.

Lýsing Lýs her...