Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Avleiðingarnar av nýskipanaruppskotinum um sjófeingi


Skrivað hevur Annfinnur Garðalíð 09.05.2017 - 13:44

Lýsing Lýs her...

Føroyska fiskivinnan endar í størsta ruðuleika enn nakrantíð. Alt verður pettað sundur, eingin fær nakað burturúr, og eftir standa vit spyrjandi, hví gjørdi eingin nakað.

Nógvar gitingar eru um avleiðingarnar av uppskotinum um fiskivinnunýskipan av sjófeinginum.

Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit rættuliga nógvar smærri aktørar í fiskivinnuni, og alivinnuni. Men hvørjar vóru avleiðingarnar, tá sjúka kom í laksin og hvørjar vóru avleiðingarnar í fiskiflotanum, tá fíggjarkreppan rakti. So at siga øll vinnan fór á húsagang. Síðani hevur vinnan lagað sítt virksemi, við at leggja eindir saman, keypa nøkur av skipunum og alibrúkum burturúr vinnuni, so rakstur kundi fáast í ymisku fyritøkurnar, soleiðis, at arbeiðsplássini blivu munandi tryggari.

Í dag vil okkara politiski myndugleiki hava, at vit venda aftur til smáar eindir við fleiri aktørum, øll skulu sleppa framat at bjóða uppá fiskirættindi. Tú nýtist ikki at eiga loyvi ella skip, men bert hava búð í Føroyum í 5 ár, og hava eina avtalu um, hvør skal fiska fiskin.

Í nýggja uppskotinum eru so nógv viðurskifti, sum eru beinleiðis hættislig og oyðandi fyri okkara tryggu arbeiðspláss; ikki bara umborð á skipunum, men so sanniliga eisini á landi.

Eg vil lýsa avleiðingarnar soleiðis:

Uppboðssøla av fiskirættindum

Uppboðssøla av fiskirættindum kemur at føra við sær, at persónar verða kreativir, og hetta kemur at ganga út yvir sáttmálarnar hjá øllum pørtum í vinnuni. Manningarfeløgini, arbeiðarafeløgini á landi, fiskavirkini, handverkarafeløgini, tey sum taka sær av viðlíkahaldi og selja tænastur o.s.v. Tí hesi leigaðu skipini keypa sínar tænastur í Danmark, Norra og aðrastaðni, tá hendan vertíðin er liðug.

Verksmiðjuskip/leiguskip

1.) Tað verða uttan iva fiskiskip, verksmiðjuskip og móttøkuskip, sum verða leigað inn til Føroyar, har fiskurin verður fiskaður og virkaður umborð, §§ 42,43 Og í hesum føri er ikki neyðugt at selja um uppboðssølu, eftir at fiskurin er fiskaður. t.v.s. at fiskurin verður ikki virkaður á landi, so her fóru tey fyrstu “hundrinda” arbeiðsplássini, sum annars skuldu verið á landi fyri skeytið, tí uppskotið loyvir “leiguskipum” inn. So tey arbeiðsleysu enda í ALS og forsorg.

Manningaviðurskifti

2.) Tað verður sagt í § 44 í fiskivinnuuppskotinum:

“Manningarviðurskifti § 44. Manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skal lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg”.

Hetta er ein sera vánalig og veik orðing, tí her kann reiðarin nevniliga gera eina avtalu við manningina um sáttmálaviðurskifti umborð á tí einstaka skipinum, og við vælsignilsi frá politiska myndugleikanum, niðurlaga teir so at siga alt sáttmálaøkið í Føroyum, sum er bygt upp frá 1895 og frameftir. Men tí betur er hetta ikki praktiserað, tí allir partar hava vunnið pening.

Løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015

Kapittul 5. § 16

Hyggja vit at, hvat lógin sigur um manning av føroyskum fiskiskipum, so stendur púra greitt, at skiparin skal hava heimarætt og fulla skattskyldu í Føroyum, men so stendur ikki meir, - einki stendur um manning annars. Skiparin er ikki at rokna sum manning.

Tað vil siga, at um landsstýrismaðurin ikki við lóg ásetur, at tað skal vera føroysk manning, ja so kann útlendsk manning manna skipini, og harvið hevur reiðarin frítt spæl at koyra við láglønarsáttmálum. Hetta upplivdu vit fyri fáum árum síðani umborð á Anitu og Lafayett.

Tað er av størsta týdningi, at øll verkamannafeløg standa saman og mótmæla ætlaðu fiskivinnuskipanini hjá hesum landsstýrinum.

Her er eisini eitt stórt hol í verandi lóg um:

“Opholds- og arbejdstilladelse på Færøerne”

Med ”regelmæssigt ankommer” forstås mindst 10-15 ankomster til færøsk havn indenfor en 12 måneders periode eller mindst 5-6 ankomster indenfor en 2 måneders periode.

Hesin møguleikin verður uttan iva brúktur, um hetta uppskotið vinnur frama.

Vegna

Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð

Formaður

Lýsing Lýs her...