Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



B36 fór frá nummar 1 til nummar 4 í seinasta korterinum


Skrivað hevur Jákup Ósá 21.08.2017 - 06:27

Lýsing Lýs her...

Stigatalvan í Effoeildini broyttist markant seinasta korterið sunnudagin.


Áleið kl. 16.30 ella tá eitt korter var eftir av dystunum í landskappingini sunnudagin var føroyameistaraheitið á veg til B36 samstundis sum HB bara var 3 stig frá KÍ og NSÍ. Støðurnar vóru hesar:

NSÍ-EB/Streymur 1-2

Skála-KÍ 1-0

Víkingur-B36 1-2

HB-07 Vestur 2-0


Tað gav hesa stigatalvuna:

1. B36 38 stig

2. Víkingur 36 stig

3. NSÍ 33 stig

4. KÍ 33 stig

5. HB 30 stig


Men seinasta korterið broyttist alt. Úrslitini blivu:

NSÍ-EB/Streymur 3-2

Skála-KÍ 1-2

Víkingur-B36 4-2

HB-07 Vestur 3-0


Tað gav hesa stigatalvuna, sum bleiv eftir 19. umfar:

1. Víkingur 39 stig

2. NSÍ 36 stig

3. KÍ 36 stig

4. B36 35 stig

5. HB 30 stig


NSÍ og B36 hava leikt ein dyst fleiri enn hini liðini. Sostatt kunnu Víkingur, KÍ og HB vinna sær eina betri støðu hóskvøldið, tá írestandi dystir í 20. umfarinum verða leiktir.

Lýsing Lýs her...