Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Bábelstornið, býður ella bygd


Skrivað hevur Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther) 27.06.2017 - 13:56

Lýsing Lýs her...

Fyri nøkrum árum síðani skýrdi ein av táverðandi blaðstjórunum á Norðlýsinum meg fyri at vera eitt evindaligt grenj. Eg skilji hettar sum ein heiður, og fari at halda fram í sama góða sinnalag

Sjálvur búgvi eg á fimtu hædd (stuen + 4.) og síggji dagliga nýggj háhús spíra kring meg við nógvari fer - eitt hálvt ár, so er klárt at flyta inn. Í Klaksvík eru tey í holt við at byggja eitt bábilstorn á víðkaða Sandinum, sum kortini ikki er eins høgt og tornið í 1. Mós. 11, 1-9, men, sum tó tykist at hava verið líka drúgt at byggja. Vónandi fær hettar tornið ikki somu lagnu, sum tað í Gamla Testamenti.

Tað frættist, at í stovuhæddini er rúm fyri fleiri handilshølum. Um tað er nakað at fegnast um er yvasamt, tí longu nú standa nógv tóm handilshølir í býnum og køva býarhugnan. At fáa fleiri slík hølir afturat, fer ikki at fríðka býðin ella at bøta um býðarhugnan.

Tað finnast fleiri frálíkir handlar í Klaksvík, sum eru krógvaðir ymsastaðnis í býnum, og harafturat hava klaksvíkingar verið kendir fyri at forða handlandi uttanífrá í at lata upp í Klaksvík.

Ein býður er eitt heim, og fyri at skapa hugna og samanhald í heiminum, er neyðugt at hava okkurt stað har øll hittast. Tómir handilsgluggar, ella handilsgluggar við brúnum pappýri skapa onki savningarstað og ongan hugna. Um Klaksvíkin skal huksa sum ein býður, og líkjast einum býði, og ikki einari yvirvaksnari bygd. so er neyðugt við einari hugburðsbroyting millum tey handlandi og vinnurekandi.

So verður neyðugt at savnast um miðbýðin, soleiðis at Nølsoyarpállsgøta og nýggja Biskupstorgið og handlarnir nærhendis gerast ein hugnalig, innbjóðandi, samanhangandi og livandi eind, sum kann skapa trivnað og frammgongd. Ella, verur neyðugt at bjóða handlandi úr restini av landinum at taka sær av teimum tómu hølunum í miðbýðnum.

Tí ein tómur og deyður miðbýður við tómum handilsgluggum er drepandi og sendir kundarnar av oynni at handla!


Lýsing Lýs her...