Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



BAKKAFROST søkir Húsavørð


Skrivað hevur Bakkafrost 22.09.2017 - 21:53

Lýsing Lýs her...

Sum Húsavørður hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Sum Húsavørður verða tínar høvuðsuppgávur at hava umsjón og viðlíkahald við bygningunum á Bakka. Talan verður eisini um aðrar fyrifallandi húsavarðaruppgávur og smærri málaraarbeiði.

Húsavørðurin vísir til Tekniska leiðaran.

Tín vangamynd
Vit søkja ein handverkara við viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndum.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samarbeiði, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum. Vit vænta, at tú hevur koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Vit bjóða eina kappingarføra løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Brian T. Højgaard, tekniskur leiðari, á tel. 23 52 20 ella við t-brævi til brho@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin 17. oktober 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo


Lýsing Lýs her...