Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Mjølni


Skrivað hevur Tíðindaskriv 01.11.2017 - 15:38

Lýsing Lýs her...

BankNordik og flogbóltsfelagið Mjølnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við einum nýggjum eitt ára stuðulssáttmála fyri kappingarárið 2017/18

Hetta er nýggjunda árið á rað, at Mjølnir hevur skrivað undir samstarvsavtalu við BankNordik. Stuðulsavtalan fevnir um vaksnamannadeildirnar og ungdómshópin hjá Mjølnir.

”Vit eru sera fegin um samstarvið við BankNordik, og fara at gera alt fyri, at BankNordik eisini fær gleði av samstarvinum”, sigur Tina Purkhús, skrivari hjá Mjølni.

Mjølnir væntar, at støðuga ungdómsvenjingin tey seinastu árini fer at síggjast aftur bæði hjá børnum og vaksnum. Steffan Olsen og Sofía Purkhús Splidt verða spælandi venjarar hjá ávíkavíst monnum og kvinnum, og hava tey góðar vónir um at liggja í toppinum í ár.

Í ungdómshópinum hjá Mjølni er tilgondin av spælarum stór. Venjarir við vaksnum fólki eru á øllum liðum, og tí síggja útlitini góð út.

”Vit fegnast um at kunna leingja um góða samstarvið. Mjølnir er í løtuni í einari spennandi tilgongd, har vónirnar eru góðar um at liggja í toppinum. Vit eru fegin um at verða við í tilgongdini og víðari menningini av felagnum”, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Lýsing Lýs her...