Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Blákrossheimið: Rúsviðgerð til ung er á veg


Skrivað hevur Tíðindaskriv 18.05.2017 - 12:08

Lýsing Lýs her...

Í heyst fer Blákrossheimið undir serliga rúsviðgerð til ung undir 18 ár.

Tað er nógv komið fram í miðlunum í seinastuni um ung, sum rúsa seg. Ung heilt niður í 12 ára aldur misnýta bæði rúsdrekka og rúsevnir. Og sum nú er, er einki tilboð serliga til teirra. Øll viðgerðartilboðini, sum eru til tey við rústrupulleikum í Føroyum - Blákrossheimið, Heilbrigdi og Frælsi - eru avmarkað til tey, sum eru 18 ár og eldri.

Í heyst verður fyrsta rúsviðgerðin í Føroyum fyri so ung tó sjósett. Ambulanta viðgerðin verður í Havn og fer at verða skipað eftir DAT-háttalagnum. Blákrossheimið hevur síðani í fjør miðvíst arbeitt við DAT Ung, sum vendir sær til ung undir 18 ár.

“Trupulleikin er álvarsamur og átroðkandi,” sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. “Og tí vilja vit veita teimum ungu eina so góða viðgerð sum møguligt. Fær ein ungur ræði á sínum rústrupulleika tíðliga í lívinum, sleppur viðkomandi undan nógvari sorg og trupulleikum.”

DAT stendur fyri dialektisk atferðar terapi og er ein viðurkendur og vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur. Millum annað Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum brúkar DAT í teirra arbeiði. Prógvað er, at DAT kann hjálpa teimum, sum hava rústrupulleikar. Blákrossheimið fer at seta sálarfrøðingar í starv í samband við DAT Ung.

Játtan er fingin til vega á fíggjarlógini í ár og klárt verður at taka ímóti fyrstu ungu borgarunum í heyst.

Lýsing Lýs her...