Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Broyt kommunuskattin til progressivan skat!


Skrivað hevur Róði Hansen Dam 08.05.2017 - 16:16

Lýsing Lýs her...

Júst sum landsskatturin er progressivur, so eigur kommunuskatturin eisini at verða progressivur. Tann fátækasti arbeiðarin rindar júst sama skattaprosent sum tann ovurríki bankastjórin. Kommunuskatturin er fullkomin flatskattur, har øll gjalda sama skattaprosent og tað er so órættvíst sum tað kann verða, í einum annars samhaldsføstum samfelag, har teir breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðuna.

So kæri fíggjamálaráðharri, er tann stundin ikki komin har vit skulu gera nakað við ójavnan í Føroyum? Progressivur skattur eigur júst at vera nakað fyri ein vinstrasinnaðan politikara, sum vil øllum teimum fátæku væl.

Um tú ikki heldur, at kommunuskatturin eigur at verða líka progressivur sum landsskatturin er, so eru vit mong, sum halda, at tú eigur at koma við einari frágreiðing, um hví tú heldur, at tað er rætt, at láglønt skulu gjalda sama skattaprosent sum hálønt.

Um vit fingu progressivan kommunuskatt, so høvdu vit fingið øll tey við lágari inntøku upp á fátækamarkið. Tað eru fleiri túsund í dag, ið liva undir fátækamarkinum og teimum kunnu vit ógvuliga lættliga hjálpa við at broyta kommunuskattin til ein progressivan skattastiga.
Núverandi skattastigi er ein avoldaður máti at skatta fólk uppá, har øll skuldu gjalda tað sama. Hetta má broytast, um vit skulu skapa eitt betri samfelag fyri øll og ikki bara fyri tey háløntu.

Lýsing Lýs her...