Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Byggið heldur nýggja ferju


Skrivað hevur Símun Gullaksen 15.08.2017 - 08:19

Lýsing Lýs her...

Tú hoyrir ikki Fugloyingar verða misnøgdar við verandi farleið, nei heldur hinvegin, eru vit sum nýta farleiðina sera væl nøgd við “Rituna”

Tá ið borgarstjórin í Klaksvík, saman við virkisfúsnum svínoyingum skjóta upp at byggja “Rituna” um til eina bilferju – og at hetta kann gerast fyri 1,5 mill. gleppur ketan also av.

Fyri tað fyrsta, so vildi eg mett, at ein tørvslýsing eigur at verða gjørd, soleiðis at vit kunnu fáa at vita, um hetta veruliga er neyðugt. Eg haldi ikki.

Fyri tað næsta, so er ein útrokning, sum sigur 1,5 mill. møguliga røtt, men har er so avgjørt ikki tikin hædd fyri eyka krøv frá klassa og skipasýni – leigukostnaður fyri at hava annað skip siglandi ímeðan umbygging fer fram – atløguviðurskiftir, havnaútbygging vm.

Hetta er alt í kjalavørrinum av, at menn arbeiða miðvíst við at fáa ein rennistrong til Svínoynna, sum eitt alternativ til “Rituna”.

Fakta er, at “Ritan” er nøktandi til at røkja farleiðina til Svínoynna og Fugloynna og um nakað skulu verði gjørt við verandi skip, er at seta betri bógskrúvumegi í, soleiðis at hetta verður tryggari í samband við atløgu.

Mítt uppskot er, at ístaðin fyri at nýta orku uppá bilferju og rennistrong, eiga vit at arbeiða miðvíst við at byggja eina nýggja “Ritu”, sum hevur júst sama snið sum hendan, møguliga tveir metrar longri og góðan krana og maskinorku. Um fari verður undir hesa verkætlan beinanvegin, kann verandi “Ritan” nýtast til avloysaraskip hjá SSL og Fugloyarleiðin fær eitt nýtt tíðarhóskandi skip.

Minnist meg rætt, so segði ein byggikønur fyri mær, at ein vegleiðandi kostnaður fyri at byggja eitt nýtt skip er uml. 1 mill. fyri hvønn metur. Sostatt er talan um eina íløgu, sum svara til uml. 25 mill.

Hetta er uttan iva besta loysnin fyri land og fólk

Lýsing Lýs her...