Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Býta um ella spæla Tele2 Arena


Skrivað hevur Jákup Ósá 19.06.2017 - 14:40

Lýsing Lýs her...

KÍ skal møguliga spæla á heimavølli fyrst móti AIK.


Í løtuni tekur UEFA støðu til, hvussu spælast skal í fyrsta undanumfarinum í Europa League. AIK skrivar á síni heimasíðu, at um felagið trekkir heimavøll fyrst, so blívur dysturin spældur á Tele2 Arena, tí Guns N Roses hevur konsert á Friends Arena. Sum Norðlýsið skilir, so hava bæði liðini ynski um, at flyta dystin soleiðis, at spælt verður í Føroyum fyrst. Ein heldur løgin avgerð sæð við KÍ eygum, um ein hugsar ítróttarliga, tí vanliga er tað so, at lið ynskja at fáa eitt gott úrslit úti fyrst fyri síðani at spæla á heimavølli, tá alt verður avgjørt.


Endaliga avgerðin um, hvussu spælast skal, fellir seinni í dag.

Lýsing Lýs her...