Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Chris Cornell deyður


Skrivað hevur Hans Andrias Jacobsen 18.05.2017 - 12:47

Lýsing Lýs her...

Maðurin við sterku og hásu røddini, Chris Cornell, er deyður. Cornell doyði fáar tímar eftir at hava framført í Detroit í gjárkvøldið. Hann gjørdi einans 52 ára gamal. Enn er ikki kunngjørt hvørjar deyðsorsøkirnar eru

Hann var kendur, sum oddamaður í bólkunum Soundgarden og Audioslave. Eisini, sum einstaklingur.

Cornell byrjaði sína yrkisleið, sum sangari og gittarleikari, í Seattle-bólkinum Soundgarden í 1984. Fyrsta útgávan “Ultramega OK” kom út 1988. Teir fingu altjóða gjøgnumbrot í 1994 við útgávuni “Superunknown”. Útgávan fór heilt upp á toppin á tí amerikanska billboard hittlistanum og hevur selt yvir 9 milliónir eintøk. Í 1996 lótu teir fimmtu útgávuna “Down on the Upside” úr hondum og bólkurin fór sundur eftir hetta.

Eftir hetta, gav hann tríggjar útgávur við superbólkinum Audioslave frá 2001 til 2007 og 5 útgávur, sum einstaklingur.

Eftir ein 13 ára steðg, komu Soundgarden sterkt aftur og í 2012 góvu teir útgávuna “King Animal” úr hondum. Í dag hava Soundgarden selt yvir 22,5 milliónir eintøk um allan heimin.

Hoyr Grammy-virðislønta staklagið “Black Hole Sun” frá útgávuni “Superunknown” niðanfyri



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3mbBbFH9fAg]


Lýsing Lýs her...